Tað gekk væl hjá føroyinga-liðunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.
Heini Vatnsdal var við frá byrjan á liðnum hjá Fremad Amager, tá Fremad Amager lyfti seg úr botninum í deildini við einum týðandi 1-0 sigri á Roskilde FC á útivølli. Finnur Justinussen sat á beinkinum hjá Fremad Amager, og vónandi gongur ikki long tíð til Finnur fær meira spælitíð fyri Fremad Amager. Morten Nordstrand skoraði sigursmálið fyri Fremad Amager, tá 37 minuttir vóru farnir av dystinum.
Vejle megnaði uttan ein skaddan Viljorm Davidsen at vinna 2-0 á FC Fredericia á heimavølli í dag, og tað merkir, at Vejle framvegis er oddalið í deildini. 3.500 áskoðarar vóru til dystin, sum er met hetta kappingarárið.
Komandi sunnudag spælir Vejle oddadyst á útivølli ímóti Thisted, sum er nummar tvey í deildini. Fremad Amager tekur ímóti Skive, sum liggur langt aftast í deildini, og kann tá lyfta seg enn meir frá botninum í deildini.
Støðan:
1
9
9
20
2
9
5
19
3
9
7
17
4
9
7
16
5
9
1
13
6
9
1
12
7
9
-3
12
8
9
-8
12
9
9
0
11
10
9
-5
8
11
9
-8
8
12
9
-6
4