Nú Løgtingið leggur seinastu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur Barnabati heitt á Løgtingið um at fáa hægri stuðul til at hjálpa børnum og ungum, sum hava sálarligar kvalir at dragast við. Vit vilja heita á Føroya løgting, um at standa saman um børnini, sigur Barnabati.
Barnabati hevur »Tú & Eg« ráðgevingina, har børn og ung kunnu ringja at greiða frá tí, sum ger tey stúrin og óttafull – og at fáa vegleiðing og hjálp til at sleppa burtur úr tí, sum nívur tey.
Men Barnabati heldur, at tað er avgørt brúk fyri, at hendan ráðgevingin er opin allan sólarkringin, hvønn dag í árinum. Tey siga, at tað er í samsvar við tilmælini frá barnarættindanevndina hjá ST, sum beinleiðis mælir til, at Løgtingið hækkar stuðulin til Barnabata so at ráðgevingin kann verða opin allan sólarkringin.
Tey siga, at »Tú & Eg« ráðgevingin fær nógvar áheitanir frá børnum og ungum, eisini í samband við koronu. Men harumframt vísir koronalinjan eisini til Barnabata í sambandi við spurningar um sálarheilsu hjá børnum og ungum. Úrslitið er, at virksemið hjá ráðgevingini er munandi økt, sigur Barnabati
Tey siga, at farsóttin hevur eisini ført við sær at ráðgevingin fær alsamt fleiri áheitanir frá foreldrum. Í hesum førum er ofta talan um børn, sum eru so lítil, at tey duga ikki at tosa í telefon og sostatt er samskiftið við foreldrini. Umframt hetta, eru tað eisini fleiri foreldur, ið ringja til ráðgevingina í samband við trivnaðin hjá barni teirra.
Sostatt hevur Barnabati í umbúna at økja um virksemi hjá Ráðgevingini til eisini at vera fyri foreldur, har tey kunnu leita sær ráð og vegleiðing um uppaling, teirra leiklut sum foreldur, og støðuna hjá barninum í samband við sum sálarheilsu, trivnað og brádliga íkomnar støður. Fyri at røkka hesum endamáli, er tørvur á at útvega fleiri ráðgevarar, sigur Barnabati.
Barnabati sigur, at Ráðgevingin hevur eisini ein leiklut í tilbúgvingini. Tá ið talan er um vanlukkur, ið onkusvegna raka børn og ung, hava fakfólk, og avvarðandi, víst til hesa ráðgevingina. Sostatt hevur ráðgevingin eisini veitt hjálp og stuðul í slíkum støðum.
– Sum eitt lið í tilmælunum frá ST, og okkara drúgvu royndum við ráðgeving til børn og ung í Føroyum, vilja vit heita á Føroya løgting, um at standa saman um børnini, og bjóða teimum eina dygdargóða, fakliga og óhefta ráðgeving, allar tímar á samdøgrinum, hvønn dag í árinum, sigur Barnabati.
Barnabati fær 850.000 krónur á fíggjarlógini, men fyri at røkka endamálinum er brúk fyri eini játtan upp á tvær milliónir. Sostatt søkir Barnabati um at fáa 1.150.000 krónur afturat á fíggjarlógini, sigur Barnabati.