Áheitan á Landsstýrismannin í mentamálum

Í seinnu greinini av tveimum hjá Finnuri Helmsdal um økismenning nevnir hann flytingina av Stuðulsstovninum til Runavíkar.

 

Í seinnu greinini av tveimum hjá Finnuri Helmsdal um økismenning nevnir hann flytingina av Stuðulsstovninum til Runavíkar. Undirritaðu, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni og á LFÚ-Ráðgevingini, hava hesar viðmerkingar:

Tørvurin á vegleiðing um útbúgvingar er vaksandi. Í dag eru fólk í øllum aldri undir útbúgving, útbúgvingartilboðini verða fleiri og fleiri, og útbúgvingarnar kunnu takast um allan heimin. Í skúlunum veita skúlaráðgevar og lestrarvegleiðarar generella vegleiðing um útbúgvingar. Tá ið tey ungu skulu søkja inn á ein útbúgvingarstovn eru trý støð, har tað ber til at fáa kunning um umsóknarbløð, upptøkutreytir, bústað, stuðulsmøguleikar og mangt annað. Tey trý støðini eru LFÚ-ráðgevingin, Altjóða Skrivstovan og ikki minst Stuðulsstovnurin. Skrivstovurnar hjá øllum trimum eru í Tórshavn ? ikki í sama húsi, men kortini í sama býi.

Vit sum arbeiða á einum av hesum støðunum kunnu ikki ímynda okkum, at vit skulu flyta enn longur burtur frá hvør øðrum, heldur áttu vit at verið løgd undir sama tak ? ella møguliga at verið løgd saman. Var alt á einum staðið, sum Finnur Helmsdal nevnir eitt kraftsentur, kundu enn fleiri, sum ætlað sær undir útbúgving, komi at fingið holla og fjølbroytta ráðgeving á sama staðið. Tað er trupult á ímynda sær, at tey sum ætla sær undir útbúgving ikki skulu vitja á minst tveimum av støðunum og annað verður altíð Stuðulsstovnurin.

Í hinum Norðanlondunum eru útbúgvingar- og lestarvegleiðarar altíð í teimum størru býunum, tvs teimum býunum har flestu skúlarnir og tey flestu eru, sum ætlað sær undir útbúgving. Okkum kunnugt er eingin útbúgving fyri ung eftir 10. flokk í Runavík.

At flyta Stuðulsstovnin til Runavíkar, við vandanum um at missa starvsfólkini og ikki minst royndir teirra, er sum at flyta bilasøluna hjá Meinhardi Arge til Nólsoyar!

Hevði tað ikki verið eitt skilagott hugskot at tikið starvsfólkini á teimum trimum stovnunum við uppá ráð, at vita hvat tey siga?

Vit vóna at avvarðandi myndugleikar lesa hetta og ein virðlig loysn fæst á hesum málinum.


Fyri LFÚ-rágevingina: Inger Flø Jørgensen og Bjørg Róin


Fyri Altjóða Skrivstovuna: Holger Arnbjerg


Tórshavn 17.9. 2001