Sáttamálstríðið millum Pedagogfelagið á aðraru síðuni og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið á hinari síðuni herðist í hvørjum. Pedagogarnir fóru týsdagin í verkfall, og tað fekk Kommunala Arbeiðsgevarafelagið at lýsa verkbann. Nú hevur Pedagogfelagið boðað frá, at pedagogar í Almannaverkinum fara í verkfall leygardagin, og nú er ósemja um, hvussu undantøkini kunnu verða fyri tey, sum hava alneyðugan – í onkrum føri lívsneyðugan – tørv á røkt.
Í kvøld heita áhugafeløg á partarnar í ósmejuni um at fara aftur til samráðingarborðið sum skjótast.
– Sinnisbati vil við hesum heita á partarnar um at náa eini semju skjótast til ber.
Námsfrøðingar hava ein týðandi leiklut í at fáa eitt samfelag at hanga saman. Ikki bara í og við, at tey eru um, menna og taka sær av okkara børnum á dagstovnunum, og eru við at mynda børnini sum menniskju, men eisini við at verða um borgarar við serligum tørvi, sigur Sinnisbati í almennari áheitan.
Eisini Heilafelagið biður partarnar fara aftur at samráðast.
– Heilafelagið heitir á samráðingarpartarnar um at fara aftur til samráðingarborðið beinanvegin. Íkomna støðan kann fáa lívshættisligar avleiðingar fyri tey, ið vegna seinheilaskaða hava tørv á sosialpedagogiskum stuðli og hjálp í gerandisdegnum, bæði í teirra egna heimi og í samband við tiltøk og viðgerð. Ótryggleikin er stórur fyri tey, ið vera rakt og teirra avvarðandi og skapar eitt verkfall óneyðugan ótrygleika og ótta, sigur Heilafelagið.