Hetta er rætta løtan at seta málið um ein Suðuroyartunnil á skrá. Tað heldur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í Samferðslumálum.
Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar í Løgtinginum, hevur meirilutin í Fíggjarnevndini heitt á hann um at seta ferð á arbeiðið at fyrireika ein komandi Suðuroyartunnil, soleiðis at tað er klárt at fara undir hann tá ið arbeiðið at bora Sandoyartunnilin, er liðugt.
Og tað tekur Heðin Mortensen undir við. Hann vísir á, at tað eru longu 13 ár síðani Smyril kom, og um 17 ár er hann sostatt 30 ára gamal og tá er helst neyðugt at byggja nýggjan Smyril.
Men skulu vit byggja ein nýggjan Smyril tá fyri eina milliard, ella skulu vit tá hava ein Suðuroyartunnil kláran, sum leysliga mett fer at kosta einar 2,5 milliardir, spyr landsstýrismaðurin. Sjálvur heldur hann, at tunnlin er loysnin og tí heldur hann eisini, at hetta rætta stundin at seta málið um Suðuroyartunnilin á dagsskránna.
Hann vísir á, at inntøkurnar úr Eysturoyartunnilin skulu brúkast til at fíggja Sandoyartunnilin. So hví ikki brúka inntøkurnar úr Sandoyartunlinum og Sandoyartunlinum at fíggja ein Suðuroyartunnil eisini, spyr hann.
– Vit eiga at tryggja okkum, at alt landiðer bundið saman, sigur Heðin Mortensen.