“Tú torir væl at fara í holt við Javnaðarflokkin!”
“Stillar tú upp fyri TEY, tá tað gongur SO illa?” … “Uha, ja …. tað verður svert.”
Síðani eg havi boðað frá, at eg stilli upp, havi eg hoyrt nógvar ymiskar útgávur av júst hesum viðmerkingum. Og ja, veljarakanniningarnar eru ikki so fittar við okkum javnaðarfólk.
Men er man eitt sindur sum eg, tosar við fólk á gøtuni og annars fylgir eyka væl við, eisini í tí smaá, so hómast ein lítil glotti. Ein lítil framgongd. So er tað tað, um hetta er veruleikin ella “wishful thinking” - tað fer so at vísa seg.
Eg havi verið limur í Javnaðarflokkinum í nógv ár. Eg trúgvi uppá floksins grundideali, og eg stilli upp, tí eg haldi, at eg við ordiligum javnaðarpolitikki kann vera við at føra Føroyar fram til eina virðiliga kjarnuvælferð, sum er til fyri tey veikastu, sum ikki flytir málstrikuna fyri pensjónsaldurin og tryggjar sosialt haldføri.
Vit kenna føroyska veðurlagið. Alt ov leingi kann tað vera myrkt og mjørkakent, men so brýtur okkurt nýtt fram, og knappliga skínur sólin aftur. Og sum tann rætti føroyingurin, eg eri, liggja sólbrillurnar frá Effo trygt í jakkalummanum, klárar til betri dagar.
Helena F. Jørmundsson, Javnaðarflokkurin










