Helena má kannast ókeypis

Fíggjarnevndin er samd um at mæla tinginum frá at játta løgmanni 400 túsund krónur til at fáa ein advokat at gera eina løgfrøðisliga meting av handfaringini hjá Helenu Dam á Neystabø av pensjónsmálinum

 

Løgmaður fær í fyrstu atløgu ikki tað løgfrøðisliga grundarlagið, hann hevði ætlað, at taka støðu út frá í málinum um handfaringina hjá Helenu Dam á Neystabø av pensjónsmálinum.

Hetta er greitt, eftir at fíggjarnevnd løgtingsins hevur viðgjørt eykajáttanaruppskotið hjá landsstýrinum fyri september.

Álitið hjá fíggjarnevndini er enn ikki lagt fyri tingið. Men Sosialurin hevur fingið váttað frá limum í fíggjarnevndini, at tað er ein samd nevnd, ið mælir løgtinginum frá at játta løgmanni tær 400 túsund krónurnar, ið krevjast fyri at tað skal bera til hjá løgmanni at fáa ein løgfrøðing at meta um, í hvønn mun Helena Dam á Neystabø hevur brotið landsis lógir í pensjónsmálinum.


Góðtekur ikki frágreiðingina

Landsstýrismálanevndin, ið er amboð hjá løgtinginum at halda eftirlit við landsstýrinum, viðgjørdi fyrr í ár málið.

Men løgmaður er ónøgdur við frágreiðingina frá landsstýrismálanevndini. Orsøkin er, at landsstýrismálanevndin í staðin fyri at gera eina beinleiðis niðurstøðu í málinum setir fram nakrar spurningar, ið geva eina ábending um, at Helena Dam á Neystabø hevur borið seg skeivt at.

Løgmaður heldur ikki, at hetta er nóg mikið til, at hann kann taka eina støðu í málinum. Tí hevur hann biðið tingið um 400 túsund krónur, so hann kann seta ein óheftan løgfrøðing at kanna, um landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur umsitið síni málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.

Fylgir løgtingið tilmælinum frá fíggjarnevndini, fær løgmaður onga óhefta frágreiðing, og má hann tí í staðin finna aðra loysn á málinum.


Roynir við 13 tingmonnum

Sosialurin hevur spurt løgmann, hvat hann fer at gera við hetta nógv umrødda mál, nú tað letur til, at hann ikki fær pening játtaðan til óheftan løgfrøðing gjøgnum eykajáttanaruppskotið.

? Fái eg ikki peningin, havi eg ein møguleika eftir. Tað er at fáa 13 tingmenn at heita á løgtingið um at gera eina løgfrøðisliga kanning av málinum, sigur løgmaður.

Um hetta ikki eydnast, heldur løgmaður seg ikki hava nakað grundarlag at taka støðu út frá. Hann heldur seg ikki hava nakað, ið beinleiðis prógvar, at Helena Dam á Neystabø hevur borið seg skeivt at.

Innanhýsisskjøl frá embætisfólkum hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum siga, at Helena Dam á Neystabø hevur verið á kant við lógina, men tey staðfesta ikki, at hon hevur brotið lógina. Tí heldur løgmaður ikki, at hesi skjøl kunnu nýtast sum grundarlag.


Løgmaður hevur ábyrgdina

Um løgmaður fær óhefta niðurstøðu frá løgfrøðingi sum grundarlag undir síni støðutakan ella ei, so er tað løgmaður, sum sambært stýrisskipanarlógini hevur ábygdina av sínum landsstýrismonnum.

Hetta staðfestir løgfrøðingurin, sum fíggjarnevndin undir viðgerðini av eykajáttanaruppskotinum, hevur biðið gera sær eina løgfrøðisliga meting av málinum.

Løgfrøðingurin, Sjúrður Rasmussen, staðfestir í frágreiðing síni, at »løgmaður ikki kann kasta ábyrgdina frá sær við at seta ein óheftan serfrøðing at gera eina niðurstøðu. Hann má sjálvur gera eina niðurstøðu um serfrøðingaúrslitið, og um niðurstøða hansara eigur at fáa rættarligar ella politiskar avleiðingar.«

Serfrøðingaúrslitið, løgfrøðingurin nevnir, er úrslitið hjá landsstýrismálanevndini.

Tískil liggur málið um embætisførsluna hjá Helenu Dam á Neystabø í seinasta enda á herðunum hjá løgmanni einsamøllum. Tí løgmaður ger einsamallur av, um hann velur at seta landsstýrismann frá, og tað er eisini ein rein politisk meting, um løgmaður velur at seta ein landsstýrismann frá.

Harafturat kann løgmaður sambært stýrisskipanarlógini verða drigin fyri nevningating, um tað vísir seg, at landsstýrismaður hevur borið seg skreivt at, og løgmaður einki hevur gjørt við tað.


Bara bíðar

Helena Dam á Neystabø hevur ongar ætlanir um sjálvt at heita á løgmann um at verða loyst úr landsstýrissessinum, hóast nógva rokið, sum nú í skjótt eitt heilt ár hevur verið um nýggju pensjónslógina.

? Eg havi valt bert at hyggja frameftir og leggja mína orku í mál, sum skulu loysast í løtuni, sigur Helena Dam á Neystabø.

Um tað fær avleiðingar fyri samgonguna, um løgmaður velur at siga hana úr landsstýrissessinum, veit Helena Dam á Neystabø ikki.

? Hatta er ein spurningur, sum fer at verða viðgjørdur í flokkinum, um hann verður aktuellur, sigur Helena Dam á Neystabø.