Helga hevur opið hús

Týsdagin verður opið hús í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at Helga Hjörvar er byrjað í stjórastarvinum

Týsdagin 25. mai verður høvi hjá øllum at heilsa uppá nýggja stjóran í Norðurlandahúsinum Helgu Hjörvar. Norðurlandahúsið hevur opið hús millum kl. 10.00-11.00.

Nýggi stjórin hevur starvast í Norðurlandahúsinum síðani 1. februar, fyrstu tveir mánaðirnar saman við Peter Turschaninoff. Norðurlandahúsið og Helga Hjörvar hava nógvar spennandi ætlanir og tiltøk fyri framman. Leygarkvøldið komandi verður fyrsta sýningin av føroyska filminum Bye Bye Blue Bird hjá Katrini Ottarsdóttir. Høvuðsleikararnir eru Hildigunn Eyðfinsdóttir, Sigri Mitra Gaini og Jóhan í Kollafirði. Edward Fuglø hevur gjørt leiktjøldini og búnarnar. Restin í filmsliðnum eru danir. Filmurin er ein road-movie, sum er upptikin á teimum føroyskum landavegunum. Vakra og bergtakandi náttúran verður sett upp ímóti tí sjálvsøknu og erpnu atferðini hjá gentunum.

Komandi vikuskiftið stendur vitjanini av íslendsku Óperuni við operettunum "Flagermuse", eisini á skránni.

Onnur spennandi tiltøk standa fyri framman. Eitt nú framførsla av føroyskari symfoni, í vetur verður norðurlendskur filmur sýndur fyri filmklubba eina ferð um mánaðin, video- og filmssýningar verða fyri børnum, gestaleikir koma úr Íslandi, dansileikur úr Danmark, og nógv, nógv onnur tiltøk.