GÍ ferðalagið, sum hevur verið í Danmark í eina stóra viku, kom til hús aftur í gjár. Teir hava vant nógv, teir hava spælt tríggjar dystir, og teir eru væl nøgdir við ferðina. Hvat gagn teir hava fingið burturúr, fæst at síggja í landskappingini. Annan sunnudag skulu teir til Sumbiar, og so eiga teir B71 á heimavølli.
Umframt landskappingina hevur GÍ Europa Cup at hugsa um. Teir skulu spæla móti svenska Norköping, sum er vinarbýur hjá Klaksvík.
Johan Nielsen plagar at siga, at Europa Cup er eitt eyka upplivilsi, men hann hevur ongantíð roknað við, at føroysk lið fara at gera tær stóru skreytirnar har.
Hetta skal tó ikki skiljast soleiðis, at GÍ venjarin ikki leggur nógv í at fyrireika seg til avbjóðingina. Mikukvøldið í síðstu viku var hann og hugdi at landskappingardysti millum Norköping og Trelleborg. Úrslitið var 0?0.
Fyri seks árum síðani var um reppið, at GÍ sendi Trelleborg úr Europa Cup. Men útskiftingarnar í fótbóltinum eru nógvar, og tað gongur skjótt. Av teimum, sum mikukvøldið mannaðu liðið hjá Trelleborg, var eingin við í 1994. Einasti maður, sum GÍ venjarin bar kenslu á, var liðleiðarin.
Helgi skaddur
Fyri vánirnar hjá GÍ í landskappingini og í Europa Cup er tað komið illa við, at Helgi Lamhauge Petersen ikki fær spælt. Hesar mánaðirnar, hann hevur verið í GÍ, hevur tað bara gingið rætta vegin, og fram móti summarsteðginum var Helgi ein tann týdningarmiklasti spælarin hjá GÍ. Men so fekk hann bruna í hælsinuna. Tað var akkurát so, at hann megnaði at vera við í steypafinaluni, har hann fekk reyða kortið, men so bar ikki til meiri.
Helgi var við í Danmark, men hann fekk ikki vant, og tað verður ikki roknað við honum nógvu tey fyrstu umførini í landskappingini, og tískil verður hann heldur ikki við í Europa Cup.
Nýggja verju
Danski Martin Thomsen fór niður aftur undan summarsteðginum. Tí hevur verið neyðugt hjá Johan Nielsen at finna fram til eina nýggja verju. Á Danmarkarferðini hevur Bartal Eliasen verið aftastur, og frammanfyri hann hava verið Poul Ennigarð, sum nú er komin heim aftur eftir skúlagongd í Danmark, og so Leivur Hansen, sum hevur staðið seg so væl, at hann tykist vera vorðin fastur maður á liðnum.
Jóan Petur Olsen hevur verið nógv skaddur undan summarsteðginum. Hann vandi í Danmark, og hann var við í tveimum av dystunum. Hann tykist vera komin so mikið fyri seg, at hann verður førur fyri at røkja miðvallarpláss eftir summarsteðgin.
Dystirnir
GÍ spældi tríggjar dystir í Danmark. Vit hava áður skrivað, at teir taptu 3?1 móti 2. deildarliðnum Holsterbro:
? Eitt púra óneyðugt tap. Vit vóru á odda í steðginum, vit høvdu spælt væl, og vit kundu havt verið frammanfyri við bæði tveimum og trimum málum. Fyrstu tíggju minuttirnar av 2. hálvleiki vóru vit orduliga føroyskir, sum vit plaga at siga. Teir fingu tvey bílig mál, og so var liðugt. Óli Hansen skoraði málið hjá okkum.
Hetta sigur Pauli Jarnskor. Móti danmarksseriuliðnum hjá Lemvig skoraði hann tvey mál. GÍ vann 3?1. Pauli javnaði til 1?1 beinleiðis upp á horna, og hann legði GÍ framum við brotssparki. Bartal Eliasen staðfesti sigurin. Í hesum dystinum hvíldu fleiri av føstu monnunum. Allir skiftisspælararnir fingu møguleikan frá fyrsta bríksli.
Ímóti danmarksseriuliðnum hjá Ikast vann GÍ 2?1. Hans Pauli Petersen og Bartal Eliasen skoraðu málini.