Hagtøl
Ein av mest merkisverdu hendingunum í fótbóltslandskappingini hetta árið er ivaleyst ovur stóra málskjótingin hjá Helga Lamhauge Petersen. Ljóshærdi GÍ?arin, sum eisini fekk sínar fyrstu landsdystur sum innskiftur móti Sveis og Jugoslavia, heur skotið 12 mál fyrstu sjey umførini. Ikki bara er hetta imponerandi, men eisini er talan um met hjá rituvíkinginum.
Helgi skeyt sítt fyrsta 1. deildarmál í 1997, tá hann leikti við NSÍ, men fram til byrjanina av inniverandi kappingarári hevði hann bert skotið 11 mál. Fimm mál fyri NSÍ í tíðarskeiðinum frá 1997 til 1999 og so seks fyri GÍ í fjør.
Í ár flutti Johan Nielsen, venjari hjá GÍ, Helga fram í álopið, og ikki kann sigast annað enn, at hetta hevur verið ein skilagóð avgerð hjá roynda venjaranum.
Helgi hevur skorað í hvørjum landskappingardysti í ár. Tað vil siga at hann hevur skorað sjey teir fyrstu dystirnar, og hetta hevur eingin annar megnað. Í hvussu so er ikki síðani landskappingin varð skipað við 10 liðum. Í 1996 skeyt Kurt Mørkøre átta mál fyrstu seks umførini, men í sjeynda umfarinum noyddist hann málleysur av vøllinum.
Heldur ikki hevur nakar annar leikari skotið so nógv mál eftir so fáum umførum. Uni Arge og Súni Fríði Johannesen settu báðir met í ávíkavist 1995 og 1997 við at skjóta 24 mál, men eftir sjey umfør hevði Súni Fríði tá 11 mál, meðan Uni hevði skotið 10.
Hesi tølini siga somikið sum tað, at um Helgi framhaldandi heldur somu ferðina í málskjótingini, er als ikki óhugsandi, at hann fer at hótta Súna Fríða og Una, og kanska eisini gerast fyrsti føroyingurin, sum rundar tey fjórðings hundrað málini í einum kappingarári. Afturat hesum skal hugsast um, at tað er ikki Helgi, men harafturímóti Sámal Joensen, sum er fastur brotssparkssjútti hjá GÍ. Hevði Helgi tikið hesi, kundi máltalið longu nú verið á 15.
Nú verður spennandi at fylgja við, um Helgi fer at verða sitandi á máltindinum, ella um tað verður trímenningur hansara úr B36, sum fer at fáa GÍ?aran aftur. John Petersen hevur níggju mál eftir sjey umførum, og vanliga átti hetta at borga fyri einum plássi ovast á máltindinum. Møguliga fer royndi landsliðsleikarin tó at seta fulla ferð á málskjótingina, soleiðis at tað ístaðin verður hann, sum rundar tey 25, men hetta verður alt gitingar.