Helgi vann á Kjartani - Satchwell tapti

Liðið hjá Helga H. Hoydal vann á liðnum hjá Kjartani Johansen við einum brotskasti í seinasta sekundi

Føroyingauppgerð var á Suðurlandi Noregs í Kristiansand í dag í bestu norsku hondbóltsdeildini millum liðini hjá Helga H. Hoydal og Kjartani Johansen.

 

Helgi og liðfelagarnir í Kristiansand vunnu 35-34 á Bækkelaget við einum brotskasti Mikkel Sandholm Mortensen setti í netið í allarseinasta sekundi. 

 

Tað var ein rungandi fagnaður í høllini í Kristiansand aftaná sigursmálið. 

 

Í steðginum var Bækkelaget á odda 18-17.

 

Helgi og Kjartan skutu eitt mál hvør. Bjarni í Selvindi var ikki við í hópinum hjá Kristiansand í dag. 

 

Aftaná tvey umfør í kappingini hevur Kristiansand tvey stig, meðan Bækkelaget hevur eitt stig.

 

Føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell og liðfelagarnir í Viking TIF taptu á heimavølli greitt 26-33 fyri Haslum, ið var á odda 15-13 í steðginum.

 

Nicholas var noteraður fyri eitt bjargingarprosent upp á 25 prosent. Kappingarneytin í málinum, Christian Morillo Lyngbø hevði eitt bjargingarprosent upp á 10 prosent.

 

Viking TIF hevur framvegis fyrsta stigið til góðar aftaná tveir leiktar dystir.