– Helst bert sparingar men møguliga avgjøld

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur ikki mælt til at leggja avgjald á streym

Í Sosialinum, sum kom fríggjadagin, hevur undirritaði eina samrøðu við landsstýrismannin við fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, um orkuskifti og hvørjar fíggjarligar avleiðingar hetta fer at hava fyri landskassan.

 

Í samrøðuni tosaðu vit um, hvaðani inntøkurnar skuldu koma, sum fella burtur, tá ið vit ikki brúka olju.

 

Sum eg skilti, so helt landsstýrismaðurin, at ein vegur var at leggja avgjald á streym.

 

– Tað segði eg ikki. Eg segði, at tað kann gerast við sparingum ella við nýggjum avgjøldum, men tað er als ikki viðgjørt, sigur Jørgen Niclasen.

 

– Bestemmaði eg alt einsamallur, so var hetta gjørt við sparingum og ikki við nýggjum avgjøldum, sigur hann.

 

Halt mær misskiljingina til góðar.