Seinasta fríggjakvøldið kom Jógvan Joensen í vandabólkin í X Factor kappingini, eftir at hann hevði framført sang hjá Jeff Buckley.
Hesa vikuna skal Jógvan Joensen syngja ein nógv kendari sang, tá ið Grammy tema er í X Factor. Tað vil siga, at luttakararnir skulu syngja sangir, sum hava vunnið ella eru tilnevndir til amerikanska Grammy heiðursløn.
Jógvan Joensen hevur valt sær ein av kendastu sangunum seinasta árið – Stay With Me hjá Sam Smith. Hetta er ein meira popputur – og munandi kendari – sangur enn hann, sum Jógvan sang fyri viku síðani.