Henny Vágsgarð 70 ár

Mánadagin 5. mai fylti Henny Vágsgarð í Klaksvík 70 ár.

Hon er ættað av Heygum, og hon býr í barndómsheiminum. So at siga síðani Sjómansheimið í Klaksvík varð tikið í nýtslu fyri meiri enn fjøruti árum síðani hevur Henny arbeitt har, og har er hon framvegis. Hon hevur tænt við borðini í fleiri hundrað brúdleypum, føðingardøgum og øðrum veitslum, sum hava verið á sjómansheiminum, og tí var tað ikki annað enn rímuligt, at 70 ára dagurin hjá henni varð hildin á Sjómansheiminum.
Henny var gift við Peturi Vágsgarð, sum doyði 29. august í 1991. Hann var úr Víkunum, sonur Jóannes, sum var úr Útistovu í Vági, og Honnu, sum var úr Haraldsundi. Tey áttu tveir synir. Tann eldri, Esbern Sofus, var ikki fullførur og búði alla sína tíð niðri. Jóannes doyði á útróðri í 1942. Hann varð raktur av kúlu frá týskum flúgvara. Petur og Henny giftust inn hjá Honnu, men seinni fluttu tey niðan á Heygar og í barndómsheimi hjá henni. Ein sonur teirra býr í húsunum í Víkunum.
Henny og Petur eiga fýra børn: Súsanna, Jóannes, Ernst og Herman, sum øll búgva í Klaksvík.
Foreldrini hjá Henny vóru Sanna og Richard. Hon var av Stongunum, yngst av fimm børnum hjá Mariu, sum var úr Elduvík (hon var systir Elduvíks Jógvan), og Jógvani Samuelsen ella Kollfjarða Jógvani, sum hann varð nevndur. Richard var úr Gerðum, næstelstur av átta børnum hjá Jógvan Joensen, sum seinni fekk sær eftirnavnið Gardar og varð nevndur Gardar, og Sybillu, sum var ættað av Sandi.
Richard doyði av sjúku longu í 1937, tá ið hann var 43 gamal. Tá sat Sanna, sum var 38 ára gomul, einkja við sjey børnum: Jancy, Jógvan Sønrad, Mia, Bodil, Noomi, Árni og so Henny. Jancy var tólv ára gomul og elst, og Henny, sum var yngst, var bara trý ára gomul, tá ið hon misti pápan. Sanna bant fyri fólk, børnini tóku tíðliga ábyrgd, og familjusamanhaldið var stórt. Soleiðis komu tey undan við hjálp frá Gudi og góðum fólki.
Øll børnini búsettust í Klaksvík uttan Bodil, sum giftist til Leirvíkar. Árni, sum var ógiftur, doyði av herviligari sjúku longu í 1966, og Jancy er eisini farin. Hini kundu saman við øðrum fagnað yngstu systrini á 70 ára føðingardegnum mánadagin 5. mai.