Henrik Hammer meistraði Norrönu

- Tað er við sorgblídni, at eg siti á skiparakamarinum umborð á Norrönu og skrivi nøkur orð um teg, vinurin.

- Tað er við sorgblídni, at eg siti á skiparakamarinum umborð á Norrönu og skrivi nøkur orð um teg, vinurin.

 

Soleiðis byrjar  Petur av Vollanum, skipari á Norrönu, orðini um starvsfelag sín, Henrik Hammer.

 

- Vit møttust í februar 2012, tá vit báðir blivu starvsfelagar umborð á Norrönu. Vit vóru saman umborð ta fyrstu tíðina, tá tú skuldi læra meg skipið, havnirnar og ikki minst siglingina at kenna, soleiðis at vit kundu avloysa hvønn annan umborð á flaggskipinum, Norrönu.

 

Petur av Vollanum vísir á, at tað var ikki hissini uppgáva, hann hevði sagt ja til og ikki at tala um stødd av skóm, sum hann skuldi traðka í fyri bara so nøkulunda at klára at koma upp á hálvan skógv av Henriki. 

 

- Eg kundi ugga meg við, at sjálvt um uppgávan var stór, so hevði eg fingið tann besta lærumeistaran, ið til var. 

 

Skiparin sigur, at tá lærutíðin umborð var av, og hann sjálvur stóð við ábyrgdini, var Henrik Hammer altíð klárur við góðum ráðum og deildi nógv út av sínari vitan og royndum. 

 

- Tú fylgdi væl við, hvussu siglt bleiv. Tá tú hevði frítúr, kom tú javnan oman á bryggjuna, tá vit løgdu at. Vit gjørdust bestu starvsfelagar og góðir vinmenn, ið hildu nógv av hvørjum øðrum.

 

Petur av Vollanum sigur, at Smyril Line stóð hjartanum hjá Henriki Hammer nær. 

 

- Felagið, ið pápi tín saman við øðrum legði grundarstein undir, gjørdist títt arbeiðspláss í 35 ár. Síðstu mongu árini sum skipari. Hetta var eitt starv, ið tú gekk høgt uppí, og fyri mong er tú allarhelst ein ímynd av Norrönu. 

 

Skiparin vísir á, at tað, sum serliga eyðkendi Henrik Hammer, var, at hann var ein fólkakærur skipari, sum fylgdi sera væl við, hvørji ferðafólk vóru umborð, og tað sást týðiliga, at ferðafólkini høvdu stórt álit á honum og bóru honum alsk. 

 

- Serliga vil eg leggja dent á, hvussu avbera væl tú dugdi at vera vertur fyri ferðafólkini umborð. Tær dámdi væl at bjóða ferðafólki, tú kendi og ferðafólki, ið høvdu týdning fyri felagið, á matstovu og upp á brúnna. Altíð fryntligur, í góðum lag og hevði lætt til látur. 

 

Petur av Vollanum sigur, at Henrik Hammer var maðurin, sum meistraði Norrönu. 

 

- Tínar eyðkendu kviku og flottu manøvrur. Tín vitan um veður og sigling á norðuratlantsleiðini, serliga á vetrartíð, var framúr góð. Við øllum tí, tú tókst við, var tú nærlagdur. Tú vart ongantíð ráðaleysur, men hevði altíð eina ætlan, og fylgdi altíð sera væl við í øllum, ið hendi umborð. 

 

Skiparin sigur, at nú Henrik Hammer ikki longur er okkara millum, situr hann eftir við stórum sakni og sorg um, at álitismaðurin er farin. 

 

- Tankin um, at vit ikki longur skulu loysa hvønn annan av, er fjarur - um enn veruleiki. Eg eri glaður fyri tíðina, vit fingu saman. Tú verður nógv saknaður og ongantíð gloymdur, góði Henrik. Takk fyri alt, mín góði vinur.

 

At enda ynskir Petur av Vollanum at bera sína djúpastu samkenslu til øll, ið stóðu Henrik Hammer næst - hansara alt ov stutta skeið millum okkum.