Sunnudagin fór oddaliðið í Superliguni, FCK, á venjingarlegu í Suður Afrika. Heldur óvæntað var Toda Jónsson ikki í millum teir 24 leikararnar, sum skuldi við til Suður Afrika.
Bæði Pascal Simpson og Todi Jónsson hava valt ikki at gera nýggjan sáttmála við FCK, og tí valdi FCK-venjarin, Hans Backe, at hyggja burtur frá teimum til venjingarleguna
Hetta er ein greið ábending um, at Todi ikki kann vænta at fáa nógva leiktíð í vár. FCK hevur fyrr valt at útihýsa leikarum, sum ikki vilja skriva undir nýggjan sáttmála.
Sjálvur er Toda skakkur av avgerðini hjá Hans Backe, men ásannar, at tað er venjarin, ið hevur seinasta orðið. Føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, skilur heldur ikki viðferðina, Todi fær av FCK.
? Tað er synd í Toda, at hann skala fáa slíka viðferð, eftir so mong góð ár í FCK. Todi hevur so manga ferðina bjargað FCK, og tí er tað løgið, at hann nú als ikki skal vera upp á tal, sigur Henrik Larsen við BT.