6. partur
So kom tíðin, tá ið eg verði konfirmerað og var hetta 8. oktober 1933. Vit vóru 49 konfirmantar, sum gingu til í Kvívík hjá Grøn presti. Hann var prestur í Norðurstreymoy frá 1914 til 1940.
Hetta var ein hugnalig tíð. Tað var altíð onkur spiloppari uppi í. Ein, eg serliga minnist, var Dalberg úr Kollafirði, beiggi trúboðaran Johan Hansen. Hann sigldi leingi við Sundaferguni.
Vit gingu at lesa í Kvívík, har eg búði hjá Jóannes og Fíu á Eystaruhellu. Har var gott at vera. Vit vóru sjey konfirmantar hjá teimum, fimm gentur, sum svóvu í stovuni, og tveir dreingir svóvu uppi á loftinum.
Eg plagdi at fara út við Fíu at hoyggja seinnapartar. Tað hevði ikki verið góður terri, tí var hoyggingin ikki liðug enn, hóast tað var liðið so langt út.
Vit gingu at lesa í 14 dagar. Vit høvdu eisini okkara frítíð. Men tað var ikki lukkuligt, um vit vóru longri úti enn til klokkan 10 á kvøldi. Hetta hevði Grøn ásett.
Tá var ikki so lætt at ferðast sum nú. Pápi var burtur, og abbi kom við mær til Kvívíkar til gongu.
Tá máttu vera tvær konfirmatiónir. Ein var í Vestmanna og hin í Haldórsvík, har eg varð konfirmerað. Tað var ikki pláss fyri øllum í bert eini kirkju. Tá stóðu konfirmantarnir út eftir gólvinum báðu megin við stólunum. Hesum var ikki pláss fyri bert í eini kirkju.
Vit fingu hvør sítt bíbliuorð at læra uttanat, og hetta skuldu vit duga til konfirmatiónina.
Eg minnist, at mítt var Opinberingin, kapittul 7, 9. ørindi, sum ljóðar so:
“Eftir hetta sá eg, og sí, stórur skari, sum eingin var førur at telja, av øllum fólkasløgum og ættum og tjóðum og tungumálum; teir stóðu frammi fyri hásætinum og frammi fyri lambinum, skrýddir í longum hvítum klæðum, og høvdu pálmagreinar í hondunum.”
Tá var tað kortini á donskum.
Tað var ymiskt, sum evnini vóru hjá teimum ymsu konfirmantunum. Men hjá teimum, sum vóru verri fyri at læra uttanat, vóru uppgávurnar hareftir. So øll fingu prestsins hond á høvdið.
Eg helt tað vera so keðiligt, at vit við konfirmatiónina vóru sundurbýtt, tá ið vit nú høvdu havt tað gott saman, meðan vit gingu til.
Eftir konfirmatíónina byrjaði vaksnamannalívið
Eftir konfirmatiónina varð eg heima í fyrsta umfari. Mamma var altíð so sjúk, so eg mátti hjálpa til heima. Eg var úti við 18 ár, áðrenn eg fór til Havnar. Tá fór eg til Katrinu, dóttir Zakaris í Garði, at hjálpa til í húsinum. Hon var gift við Jógvan Post. Hann var sonur Petur Snikk og Andreu í Borgarastovu. Har var eg so eina tíð.
Tá kom Sanna Restorff at spyrja, um eg ikki kundi koma út til tey at hjálpa henni í húsinum. Hon var einkja eftir Poul Restorff, sum er kendur frá handlinum P.A. Restorff í Sigmundargøtu. Nú var tað sonurin Andreas, sum rak handilin. Íbúðin var í sama húsi sum handilin.
Har dámdi mær so sera væl. Sanna var tá í handlinum, og eg ar-beiddi í húsinum. Eg var tó onkuntíð í handlinum. Eina ferð sigur Andreas við mammuna, at hon átti at gevast at arbeiða í handlinum. Tískil kom hon ikki longur at hava brúk fyri húshjálp. Hetta mátti hon so siga mær. Tað dámdi henni sera lítið, at vit nú máttu skiljast.
Sanna var so sera góð við meg. Hetta var eitt ordans pláss at hava. Børnini Trygvi og Ebba búðu eisini inni har.
Trygvi og eg vóru nakað javngomul, so eg metti hann mestsum sum ein beiggja. Hann var ein ordiligur pussfiskur. Eina ferð sendi mamman hann niðan til Sam Olsen at keypa ein náttpott. Hanniba, sonur Sam, spurdi, hvussu stórur hann skuldi vera. “Jú, hann skal passa til reyvina á mammu”, var svarið. Hetta var ikki niðuraftur lagt.
Dóttirin Rigmor var niðri tá, og Niels var giftur við Lilly úr Klaksvík. Hann tók sær av bryggjarínum, sum tá var í kjallaranum. Í handlinum arbeiddi eisini Ingibjørg, kona Andreas.
Poul Restoff, var sonur Andreas W. Restorff, sum aftur var sonur gamla Martin C. Restorff, sum saman við síni ætt gjørdi so nógv um seg í Føroyum frá seinna parti av 19. øld. Tað var Andreas, sum hevði bygt hesi húsini.
Poul var eins og nógvir Restorffarar kendur sum ein framúr tónleikari, og tað sama vóru børnini hjá honum. Andreas var giftur inn og hevði ein kvist og eitt kamari. Men á hinum kvistinum var tónleikur stóran part av tíðini. Har kom Verland Johansen, sum giftist við Ebbu. Ein, sum eisini kom saman við øðrum, var Stig Rasmussen, sum seinni giftist til Gøtu. Hetta man hava verið “Goggan”, sum hevur vant.
Poul byrjaði at handla á Landavegnum í 1919. Árið eftir flytur hann handilin heim í Sigmundargøtu, har hann hevur verið síðani, nú sum ein PE handil.
Poul byrjaði ein nýggjan tátt í handilslívinum í Havn. Hann læt kundarnar keypa uppá borg. Hetta gekk sera væl í fyrsta umfari. Nógv varð selt og skrivað. Men verri var, tá ið pengarnir skuldu krevjast inn. Tá gekk ikki so væl, og børnini hjá Poul og Sonnu, sum fingu hesa uppgávu at ganga í húsini, fingu heldur ikki altíð ta bestu móttøkuna.
Samstundis var kreppa, sum ikki eina ferð, og handilin var um at fara á húsagang, men varð endurreistur í fyrsta umfari.
Poul doyði í 1929. Sonurin Andreas sigldi tá úti í heimi og ætlaði sær eina framtíð sum sjómaður. Tá fær hann fjarrit um at koma heim, tí pápin er deyður og handilin var stongdur.
Tað stóð nógv á honum, men hann hevði veruliga einki val. Hann kom heim og fekk latið handilin upp aftur, og hann rak handilin alla sína tíð.
Sanna var úr Hvalba. Hon var systir tann kenda skiparan Jenis á Heyggi. Denna Mohr, kona Kjartan, var systkinabarn hennara. Denna arbeiddi eisini í sínum ungu døgum í handlinum. Hon kom eisini javnan til Sannu at vitja. Eg minnist, at hon plagdi at hava synirnar Poul og Høgna við sær. Høgni var so friðarligur og gjørdi ikki nógv um seg. Men Poul var meira buldrasligur. Tá plagdi eg at fáa til uppgávu at fara túr við teimum. So var friður av Poul ta løtuna!
Her var so stuttligt, tí tað komu so nógv fólk inn á gólvið. Ein, sum eg eisini minnist, var Oluffa á Frælsinum, sum var gift við Johannes Simonsen, av Brúnni, í Norðragøtu. Hon var kend fyri sítt lætta sinni og fyri at vera sera skemtingarsom.
Sanna var eitt deiligt menniskja
Sanna Restorff var eitt sovorðið deiligt menniskja at vera hjá. Tá ið eg skuldi vaska klæði í kjallaranum, fór hon sjálv upp at kynda undir grýtuna. So plagdi hon at siga: “Hensia, góða, nú er vatnið heitt.”
So fór eg upp, fekk drekka, og so báðar oman at vaska. Tá var tað soleiðis, at man vaskaði við fyrra vatni, skolaðu í millum og vaskaðu so aftur við seinna vatni. Hon trallaði og sang altíð. So kundi hon taka til: “Ere vi små, så ere vi raske”. Tá ið vit vóru lidnar at vaska og at hanga klæðini upp, segði hon: “Far nú og legg teg eina løtu, góða, tú fór so tíðliga upp í morgun.”
Tá ið eg vaknaði aftur, stóð hon við bakka við nátturða framman fyri mær. So fór eg upp, vaskaði upp frá nátturða, og so fekk eg frí. Soleiðis var lívið tá.
Hósdagur var fastur frídagur. Tað var so ymiskt við frídøgum hjá arbeiðsgentum. Summar høvdu frí mikudagar.
Tey hjá Sonnu vóru so ótrúliga trúføst. Eftir, at eg var gift til Gøtu, komu tey øll javnan at ferðast, ella tey komu inn á gólvið, um leiðin gekk framvið.
Sanna gjørdist heilt gomul. Hon doyði í 1970, og tá var hon 93 ár. Hon er jarðað saman við Poul í gamla kirkjugarði beint við teirra gamla handil og bústað.
Á sjómansheimið
Tá ið eg fór frá Sannu, komu boð av sjómansheiminum, um eg ikki vildi koma har at arbeiða.
Sjómansheimið var tá rættiliga nýtt. Tað var bygt í 1923. Millum stigtakararnar at fáa tað bygt vóru so frægir menn sum Frants Restorff, kendur sum bakari, Valdemar Lützen og Petur Poulsen, Petur Snikk. Hesir høvdu ikki nógv við sjógvin at gera, men teir høvdu hjarta fyri sjófólki.
Fyrsta leiðaraparið vóru Tomina og Harald Joensen úr Miðvági. Ein sonur teirra var J.K. Joensen, serliga kendur frá snellunum vesturi í Vágunum. Tey sótu fram til árslok 1939. Tá tók dóttir teirra Olivia við, og sat hon fram til árslok 1945.
Tá ið eg komi inn á sjómansheimið, tá siga tey, at “nú er økonoman komin”. Eg sigi: “Ha? Eg taki ikki tað plássið, tað geri eg ikki.” Hetta var als ikki tað, sum eg roknaði við.
So sigur Olivia: “Eg skal koma at hjálpa tær í køkinum nakrar dagar”. Hon var tveir dagar, tá sá eg hana ikki aftur. So mátti eg bara klára meg sjálva, og tað vísti seg eisini at ganga væl.
Tá var pápin hennara Harald framvegis stjóri, men Olivia tók við eftir hann. Eg kom júst í hesum skiftinum.
Olivia var annars gift við Óla, skiparanum á “Fossanes”, sum gekk burtur í 1938. Hon giftist aftur við einum norðmanni og búsettist í Noregi.
Tað vóru 5 gentur, sum arbeiddu á sjómansheiminum. Har var nógv at gera, tí tað kom so nógv fólk á sjómansheimið bæði at gista og eta.
Eg var eina tíð saman við Monu f. Mikkelsen, ættað úr Syðrugøtu. Hon giftist eisini við einum norðmanni, Thoralf, sum kom á sjómansheimið undir krígnum. Hon var eini tvey ár yngri enn eg. Maðurin er deyður, men hon livir enn. Hon og børnini Annelina og Thor vóru í Føroyum í 2009, og tey vóru í mínum 90 ára føðingardegi.
Tað var so stríggið undir krígnum, tí tað var nógv, sum tað ikki var so lætt at fáa. Men vit dugdu at laga okkum til tað. Eina ferð um vikuna keyptu vit reyðsprøkur og tungur úr Vestmanna til døgurðamat. Tær skuldu so reinsast, og tað var ikki so lætt við slíkum hálum flatfiski. Men tá kom Harald við eini stálbust. Tá gekk tað so nógv skjótari.
Til døgurðan hoyrdi eisini suppa. Vit plagdu at hava breyðsuppu, reyða og hvíta sagosuppu, rísvelling og rísgreyt við rosinum, kanelsukri og saft.
Sjómansheimið hevði stóran týdning tá í tíðini. Men tíðir broytast. Fyri nøkrum árum síðani gjørdist sjómansheimið eitt vanligt hotell.
Aftaná at eg var farin av Sjómansheiminum, fór er at arbeiða í húsunum hjá Wensil Petersen, har bretskir heryvirmenn búðu. Hetta var omanfyri Sápuhúsið. Hermenn búðu eisini hjá landslæknanum, og tað var ein donsk kvinna, sum arbeiddi har, sum bað meg til hetta arbeiðið.
Eg hevði fingið 45 kr. um mánaðin í løn á Sjómansheiminum. Í hesum starvinum bjóðaðu tey mær 45 kr. um vikuna. Hetta var sera góð løn, so eg játtaði at koma.
Har skuldi eg gera mat. Eg dugdi ikki eitt orð av enskum, tá ið eg byrjaði. Men eg fekk at vita, at so mikið lærdi eg skjótt, at eg fór at klára meg.
Men eg kom væl eftir tí enska málinum. Ein korpurálur, sum hevði við innkeyp og slíkt at gera, var so óførur at læra frá sær. Hann hevði fingið hendur á eina danska-enska orðabók. So var nakað eg ikki skilti, so kundi hetta finnast í orðabókini. Har var deiligt at vera. Men teir vóru nokk so kræsnir við mati. Teir skuldu hava fimm rættir til døgurðan, men teir ótu so lítið av hvørjum. Morgunmatur var kl. 10, og so var eg frí til umleið trý tíðina, tá ið eg byrjaði at fyrireika til døgurðan, sum bleiv etin um kvøldið.
Vit vóru níggju fólk um at passa 11 heryvirmenn.
Eg var bara einar tríggjar mánaðir hjá eingilskmonnunum. Mamma bleiv so sjúk, og so mátti eg fara heim til Streymnesar.
Ískoyti til fjórða part:
Tá vóru umrødd Jetta og Per í Streymnesi. Tey fingu umframt Onnu Sofíu 10 børn.
-----------
Komandi partur
Hensia varð forlovað við Hendrikki Dahl í 1938. Men hetta gekk ikki væl. Longu í 1939 druknaði hann beint eftir at vera komin heim úr Grønlandi tann tiltikna túrin við “Niels Finsen”