Her er føroyska EM-landsliðstroyggjan

Nýggju landsliðsklæðini hjá HSF fyri 2024 og 2025 koma nú til sølu

HSF skrivar á heimasíðu sínari: - Nýggju landsliðsklæðini hjá HSF fyri 2024 og 2025 koma nú til sølu. A-landsliðið við monnum fer at spæla í nýggju klæðunum til EM endaspælið í Týsklandi í januar.

 

Tað snýr seg um eina hvítu heimavallarblusu, eina bláa útivallarblusa og shorts til vaksin og børn, bæði í damu- og harrasniði.

 

Tann hvíta blusan kemur í handlarnar hjá Sport24 í SMS í Havn og í Saltangará, umframt hjá Skálki í Klaksvík tíðliga í desember, og í seinasta lagi mánadagin 4. desember.

 

Bláa útivallarblusan og shortsini koma í handlarnar, vantandi áðrenn jól, og í seinasta lagi fyrst í januar.

 

Longu nú kann hvíta heimavallarblusan keypast á skalkur.fo, og ein av næstu døgunum kemur bláa útivallarblusan og shortsini eisini til sølu á skalkur.fo. Leveringin verður tá klæðini eru í Føroyum í desember. 

 

 

 

Prísirnir eru hesir

 

  • Hvíta og bláa blusan til vaksin            kr. 499,95
  • Hvíta og bláa blusan til børn              kr. 399,95
  • Bláu shortsini til vaksin og børn         kr. 299,95

 

Tá keypt verður á skalkur.fo kann kundin velja at avheinta klæðini í handlunum hjá Sport24 ella at fáa vøruna til hurðina. Móti einum gjaldi á kr. 40,- ber somuleiðis til at fáa blusuna leveraða til dyrnar í Danmark.” Skrivar hsf.fo.

 

##med2##