Sambandið millum Hanstholm og Føroyar eigur at styrkjast, halda limirnir í eini sendinevnd, mannað av vinnulívsólki og politikarum úr Hanstholm, sum hevur vitjað í Føroyum um dagarnar.
Føroyingar, serlig menn sum hava fiskað í Norðsjónum, og ferðafólk við Norrønu, kenna Hanstholm. Men stendur tað til topparnar í vinnulívinum og býráðnum í Hanstholm, skulu enn fleiri føroyingar fáa betri samband við býin.
Ein grund til, at vælmannaða sendinevndin úr Hanstholm vitjar í Føroyum beint nú er, at eigaraviðurskifitini hjá donsku havnunum broytast á nýggjárinum, sigur Aase Jensen, borgarstjóri í Hanstholm. Eitt nú havnin í Hanstholm hevur verið statsogn. Men á nýggjárinum verður hon løgd út til Viborg Amt og Hanstholm Kommunu, sum tá fara at eiga hvør sína helvt.
Nýggju havnarviðurskiftini fara at gera, at økt kapping verður millum havnirnar í Danmark, sigur Aase Jensen. Serliga hugsar hon um havnirnar á jysku vesturstrondini, sum millum aðrar føroyingar brúka. Og við hesi kapping fyri eyga hava tey í Hanstholm sett sær fyri at betra um sambandið við Føroyar.
Hanstholm hevur havt hampiliga fitt samskifti við føroyingar. Eitt nú teir, sum hava fiskað í Norðsjónum, hava javnan landað í Hanstholm. Býurin liggur høgliga fyri í so máta. Og eitt, sum hevur sermerkt Hansholm, og sum tey eru sera errin av og vilja halda í hevd, er tann góða tænastan, býurin ber orð fyri at lata. Tað hevur verið eitt heiðursmál hjá Hanstholm at hava bestu tænastu í Danmark.
Havnin, og tað, sum við hana hevur at gera, er avgjørt størsta aktivið hjá Hanstholm. Og har verður alla tíðina bygt út og betra, sigur borgarstjórin. Nú fara tey at gera klárt til at taka í móti nýggju Norrønu. Tað, at hetta stóra skipið fer at sigla fast upp á Hanstholm ger, at havnin treingir til onkrar ábøtur. Eitt nú størri skráa at leggja til og eisini skal dýpast nakað, sigur Aase Jensen, borgarstjóri í Hanstholm.
Hinvegin er tað ikki bara Smyril Line, sum hevur ferjurutu til Hanstholm. Eisini norska Fjord Line hevur ferju siglandi millum Vesturlandið og Hanstholm, umframt at samband eisini er til Newcastle í Englandi.
Umframt borgarstjóran hava fleiri vinnulívsfólk úr Hanstholm verið á vitjan í Føroyum hesar dagarnar. Tey hava millum annað vitjað Havsbrún í fuglafirði, Fiskavirkið í Gøtu og Fiskamarknaðin á Toftum.
Eisini hava tey hitt ymiska føroyskar politikarar, sum til dømis Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharra, og Leiv Hansen, býráðsformann í Havn.
Ein teirra, sum var við í sendinevndini, er Freddy Nielsen, stjóri á Hanstholm Ny Samlecentral, sum er uppboðssøla í Hanstholm.
Hann sigur seg vera hugtiknan av Fiskamarknaðinum á Toftum. Serliga telefonuppboðssøluna dámar honum væl.
Tað er ein sera einføld og løtt skipan at brúka, heldur hann. Hann sigur, at tað er avgjørt ein skipan, sum verd er at hava eyguni eftir og møguliga royna á dosnkum uppboðssølum.
Ein annar, sum við var, var stjórin á Hanstholm Fiskemelsfabrik, Freddy Frost. Hann harmast um, at føroysku ídnaðarskipini so at siga eru horvin. Sum er, er bara Zenita eftir, sigur hann, men vónar enn, at onkur fer at royna at sleppa í Norðsjógvin eftir óbrúktu føroysku kvotuni har.
Freddy Frost sigur, at síðan gøtumaðurin Atli Hansen flutti aftur til Føroya, hevur líkasum manglað eitt shippingfelag í Hanstholm. Men tað verður nú bøtt uppá. Eitt nýtt felag er stovnað, sum hevur tikið navnið hjá gamla felagnum hjá Atla Hansen, Nordshipping Hanstholm A/S. Stigtakararnir vóna og vænta, at tað eisini fer at virka við til at seta enn meira lív í havnarumhvørvið í Hanstholm.
Onkur beinleiðis avtala er eisini gjørd á ferðini í Føroyum, upplýsir Aase Jensen, borgarstjóri í Hanstholm. Til dømis hevur ein prentsmiðja í Hanstholm, sum umboðað var í sendinevndini, fingið ein ordra úr Føroyum, sum borgarstjórin fegnast um.
Hansthom er ikki nakar stórbýur. Í allari Hanstholm Kommunu búgva bara 6.000 fólk. Helvtin býr í sjálvum Hanstholm býi.
Men kortini er Hanstholm tann størsta fiskivinnuhavnin í Danmark, tá roknað verður búskaparliga. Og tað sigur ikki so lítið, at Hanstholm í grundini er ein tann størsta fiskivinnuhavnin í í Europa sum heild. Javnmett við Bremerhaven í Týsklandi og Boulogne í Fraklandi. Hanstholm verður eisini nevnt »Norðuratlantiska portrið«