Magnus Rasmussen, sum nú hevur tikið við sum landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, hevur verið formaður í Fíggjarnevndini. Men tað merkir so, at Fíggjarnevndin skal hava nýggjan formann, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at tað verður Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum verður nýggjur formaður í Fíggjarnevndini.
Erhard Joensen hevur sitið í Rættarnevndini og Trivnaðarnevndini. Men broytingarnar føra við sær, at Helgi Abrahamsen verður nú limur í Rættarnevndini, og Edvá Jacobsen verður nevndarlimur í Trivnaðarnevndini.