Her er nýggi limurin í Etiska Ráðnum

Hon er vald fyri Ann Danielsen, sum ikki vildi taka við afturvali

Sum áður boðað frá, hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, valt nýtt Etiskt Ráð, sum tekur við tann 1. oktober 2022.

 

Eftir at ein av limunum í Etiska ráðnum,  Ann Danielsen, hevur boðað frá, at hon ikki vil at falda fram, er ein nýggjur limur valdur í ráðið í staðin. Ein grund til, at Ann Danielsen ikki vildi halda fram, var manglandi virðing fyri Anne Mette Greve Clementsen, sum varð koyrd frá sum forkvinna.

 

Les meiri her: Etiska Ráðið: Limur leggur frá sær sum mótmæli

 

Talan er í hesum føri um ein lim, sum landsstýrismaðurin tilnevnur. Í lógini stendur, at landsstýrismaðurin velur formannin og ein nevndarlim. Í lógini s tendur eisini ,at »Hugsað verður um, at hesin limur m.a. skal hava heilsufakligan kunnleika til gransking og viðgerð innan læknafrøði, og til gransking og viðgerð  innan  heilsuøkið.  Mett  verður,  at  tað  er  neyðugt  at  hava  eitt  heilsustarvsfólk  við læknafakligari bakgrund í ráðnum, av tí at stórur partur av tí granskingarvirksemi, ið fer fram viðvíkjandi lív- og ílegutøkni innan heilsuøkið, verður gjørt av læknum«.

 

Í samsvar við hetta hevur landsstýrismaðurin valt Katrina Kallsberg, serlækna í kvinnusjúkum og burðarhjálp, sum lim í Etiska ráðnum ístaðin fyri Ann Danielsen, sum eisini var serlækni í kvinnusjúkum.

 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur áður sagt, at hann vildi ikki velja Anne Mette Greve Clementsen til forkvinnu aftur, tí hon var ikki í millum uppskotini, hann hevði fingið - men tað er Katrin Kallsberg heldur ikki, nú hon er vald í nevndina.