Her er nýggi stjórin í BankNordik

Hann er nú settur í fast starv, eftir at hava verið fyribils í eina tíð

Tað er nú greitt, at tað verður Árni Ellefsen, sum skal standa á odda fyri BankNordik framyvir, eftir at Janus Petersen fór frá sum forstjóri herfyri.

 

Nevndin í bankanum hevur nevniliga avgjørt at seta hann í starv sum forstjóra.

 

Árni Ellefsen er ríkisgóðkendur grannskoðari og byrjaði sína yrkisleið í BankNordik í 2011, tá hann gjørdist fíggjarstjóri, og samstundis partur av samtaksleiðsluni.

 

Hann hevur áður m.a. starvast hjá grannskoðaravirkinum KPMG í Keypmannahavn og verið partnari í Spekt, boðar bankin frá í morgun.

 

– Árni dugir væl at skapa samstørv og at fáa tað besta fram í sínum starvsfelagum, sigur Bankin

 

– Við Árna á odda fær BankNordik eina nútímans leiðslu, ið kann fremja tær ætlanir, ið nevndin hevur lagt.

 

– Komandi árini fer dentur at verða lagdur á at styrkja støðuna hjá BankNordik á marknaðinum fyri privatkundar í Danmark, Grønlandi og Føroyum.

 

– Harafturat skal leiðslan framhaldandi menna støðuna hjá bankanum sum fíggjarligi samstarvsfelagin hjá føroyskum vinnulívi og harumframt økja samstarvið við grønlendskt vinnulív, sum í framtíðini væntandi fer at vaksa, sigur Stine Bosse, nevndarforkvinna.

 

Í samsvari við áður fráboðaðu strategi bankans, ið ber við sær, at BankNordik í framtíðini fer at leggja øktan dent á privatkundavirksemið á øllum trimum marknaðum umframt á vinnukundaøkið í Føroyum og Grønlandi, verða virkisøkini í BankNordik nú umskipað.

 

Samstundis verður samtaksleiðslan víðkað, soleiðis at privatkundastjórin í framtíðini eisini verður partur av leiðsluni.

 

Nýggi bygnaðurin verður í framtíðini skipaður í hesi øki:

 

  • Fíggjarøkið, váðastýring og stápsdeildir undir leiðslu av Árna Ellefsen, forstjóra
  • Vinnuøkið umframt pensjóns- og tryggingarvirksemið undir leiðslu av John Rajani, stjóra
  • Privatøkið umframt sølu- og marknaðardeild undir leiðslu av Turið F. Arge, privatkundastjóra
  • Íløguøkið og Private Banking undir leiðslu av Henrik Jensen, íløgustjóra
  • Kredittøkið og Deildartænasta undir leiðslu av Rune Nørregaard, kredittstjóra