Her er sløkkiliðsbilurin hjá Eiðis Sløkkiliði

- Sløkkiiðsmenninir hava kanska høvdu hug at goyma seg burtur til slík hátíðarhald, men tá á stendur, kunnu vit líta á teir, sigur formaðurin í Eiðis Sløkkiliði

Martin Kristoffur Kristiansen hevur lagt ein greinastubba út á heimasíðuna hjá Eiðis kommunu um nýggja sløkkiliðsbilin hjá Eiðis Sløkkiliði.

 

- Kalt var í veðrinum hósdagin hin 5. mars, tá eiðisfólk vóru savnaði saman Uppi á Grind. Hetta var í samband við, at Eiðis Sløkkilið hevur fingið nýggjan sløkkiliðsbil og nýtt búmerki.

 

Tað var Tove Kruse Samuelsen, varaborgarstjóri, sum setti tiltakið og segði fjøldini frá skránni.

 

- Síðan flutti Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, fram røðu. Í røðuni vísti hann eitt nú á týdningin av sjálvbodna arbeiðnum hjá brannmonunum. At teir gera tað ikki fyri peningaligan vinning, men tí teir ynskja at gera tað rætta.

 

Eftir røðuna handaði borgarstjórin lykilin til Asbjørn Østerø, formann í Eiðis Sløkkiliði.

 

##med2##

 

- Asbjørn segði eisini nøkur orð, har hann takkaði fyri nýggja bilin og vísti á, at gamli bilurin nú er 24 ára gamal. Talan er um fyrsta brannbilin á Eiði, ið var stórt framstig tá, men nú hevur tann bilurin so tænt fyri seg.

 

Asbjørn Østerø rósti sløkkiliðsmonnunum og helt fyri, at teir kanska høvdu hug at goyma seg burtur til slík hátíðarhald, men tá á stendur, kunnu vit líta á teir, legði hann dent á.

 

- Umframt handan av bilinum, varð eisini nýtt búmerki fyri sløkkiliðið kunngjørt, verður lagt aftrat í greinastubbanum hjá Martini Kristoffur Kristiansen.

 

##med3##