Heilsutrygd skriar, at skipanin virkar á sama hátt sum í restini av landinum: Borgarin vendir sær til sín kommunulækna og fær ávísing til sálarfrøðiliga hjálp, um hann lýkur ávísar treytir. Talan kann bæði verða um skipanina fyri ung millum 15 og 25 ár, sum kunnu fáa ókeypis sálarfrøðiliga hjálp, og um almennu skipanina, har borgarin sjálvur rindar ein part av kostnaðinum.
Heilsutrygd hevur gjørt avtalu við Onnu Debes Hentze og Thorvald Danielsen, sálarfrøðingar, um at virka í Suðuroy.
Tá sálarfrøðingarnir arbeiða í Suðuroy, halda teir til á Sjógøtu 23 á Tvøroyri.











