B36 og HB spældu í dag grannauppgerð í Gundadali í einum dysti sum endaði við 2-2 javnleiki.
Sjálvur dysturin var væl leiktur, ferðmikil og intensur, og fleiri hevði viðmerkjarin á Rás 2, Heðin Askham, á orðið, at hetta var ein tann besti fótbóltsdysturin sum hann hevði verið vitni til í føroyskum fótbólti í ár.
Tað at grannarnir deildu eina stigið ímillum sín, ger, at B36 stendur væl betri í tí til at tryggja sær evropeiska luttøku komandi ár, í mun til HB. Nú tað bert resta fýra umfør í, er B36 seks stig frammanfyri HB á fimta plássinum.
Omanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.