Her fer drotningin at vitja á Føroyaferðini

Hon skal vitja í Suðuroy, í Sandoy og í Havn

Í næstu viku kemur Margretha, drotning, til Føroya á almenna vitjan. Tað er Aksel V. Johannesen, løgmaður, ið er vertur hjá henni á føroyaferðini, sum byrjar í Suðuroy og heldur fram í Havn og í Sandoy.

 

 - Tað eru seks ár síðan, at danska Kongshúsið seinast vitjaði í Føroyum, so vit gleða okkum til í næstu viku, sigur Løgmaður í morgun.

 

- Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kann Margretha Drotning gleða seg til nakrar spennandi dagar, leggur hann afturat.

 

Á ferðini í Føroyum hesa ferð vitjar Margretha Drotning á Tvøroyri, Hovi, Hvalba, Sandvík, Tórshavn og á Sandi, áðrenn hon fer av landinum aftur hósdagin.

 

Fullfíggjaða skráin fyri vitjanina kann lesast við at trýsta á skjalið longur niðri