- Her kókar við makreli

Ymsastaðni kring landið hava fólk lagt til merkis, at nógvur makrelur stendur á firðum og sundum.

- Her kókar við makreli!

 

Tað eru orðini, ið kunnu lesast í samband við viðheftu mynd, sum herfyri stóð á facebook-síðuni, Nólsoy Nú & Tá. 

 

Móðir og dóttir hava leitað sær ein túr oman á seiðabergsplássið Húnaklett í Nólsoy, sum onkrir nólsoyingar nú rópa Húnabrúgv.

 

Tað er ein tíð síðan, at ein brúgv varð løgd oman á Húnaklett, sum altíð hevur verið eitt sindur keðiligur at standa á hjá seiðabergsfólki.

 

Hetta góðveðurskvøld kemur ein bátur fram við landi, sum hevur verið eftir nátungum, og hetta er ein hugnalig kvøldar-og bygdarmynd.

 

Men, tað er ikki bara í Nólsoy, at makrelur er sæddur at standa dygst við klettin. Herfyri hitti In.fo ein skopuning, sum hevði verið og dyrgt fram við landi.

 

- Her var slett ikki roynandi fyri stórum og góðum makreli. Tá makrelur kom á, dróg hann dorgina saman, so hon fløktist, og lítið kom burturúr, segði skopuningurin.