Ein av súkklarunum á føroyska Team Rynkeby liðnum, sum súkklaði til París, var Herbert í Lon. Í Sosialinum í dag greiðir hann frá ferðini, og hví hann valdi at súkkla til París og verða við at stuðla átakinum, sum savnar pengar til krabbasjúk børn.
Í fjør gjørdist mamma Herbert brádliga sjúk av krabbameini, og á Ríkisjúkrahúsinum varð staðfest, at har var eingin viðgerð, ið kundi geva henni heilsuna aftur. Hon varð send aftur til Føroya, har hon lá á B6 – palliativu deild.
- Hon bleiv send til kanningar hálvan juni, og ein mánað seinni – 18. juli 2014 – var hon deyð. Vit væntaðu ikki, at tað stóð so illa til, tá hon fór niður til kanningar, so tað var eitt sjokk fyri okkum øll, sigur Herbert í Lon í Sosialinum í dag.
Samrøðan við Herbert í Lon kann lesast í fullari longd í Sosialinum í dag.