Herfølge er í botninum

-Og FCK søplaði sigurin burtur, tá teir taptu í Århus

Óli Johannesn er framvegis ikki í 1. liðs hópinum hjá AGF. Og tað verður helst torført hjá honum at sleppa upp í part, um gongdin framvegis verður tann, sum hon hevur verið tvey tey fyrstu umførini.

AGF er topplið í superliguni. Fyri tíggju døgum síðani var hetta púra óhugsandi. Undanfarna kappingarár megnaðu teir akkurát at lyfta seg upp um niðurflytingarstrikuna. Undan hesum kappingarárinum vórðu teir roknaðir millum uppløgdu evnini til niðurflyting. Higartil hava teir í Århus gjørt spádómunum til skammar. Fyrst vunnu teir úti mótii Brøndby, og so gjørdu teir á heimavølli av við FCK.


Todi sterkur

Í FCK harmaðust teir um 1-0 tapið, og tað er so væl skiljandi. FCK hevði yvirvág síðsta tíman, og tað skal setast undir kleyvarskap, at tað ikki eydnaðist teimum at skora.

Todi Jónsson var stak væl upplagdur í vinstra borði. Hann megnaði ferð eftir ferð fara framvið mótstøðumonnum og leggja góðar bóltar innfyri, men mál komu so eingi burtur úr. Serliga var tað Zuma, sum í tveimum góðum støðum misnýtti eftir innlegg frá Toda.

Tríggjar minuttir undan leikloki skoraði so Nocko Jokovic fyri AGF eftir langt útspark og vánaligt FCK verjuspæl.


Herfølge er botnlið

Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir í Herfølge eru ordiligani komnir niður á jørðina. Meistaraliðið hevur einki stig fingið. Í Lyngby vóru teir á odda 1-0, eftir at Steven Lüstu hevði skorað í seinasta álopinum í fyrra hálvleiki.

Henrik Lykke, sum áður hevur spælt við Lyngby, varð útvístur í 36. minutti, men hóast teir vóru undirmannaðir, sá leingi út til, at Herfølge skuldi vinna ófantaligu uppgerðina. Men so javnaði Lyngby, og teir skoraðu ikki færri enn trý mál seinastu 20 minuttirnar. Eitt av málunum settu teir inn eftir brotsspark.


Upp og niður

Umframt AGF er tað bara eitt annað lið, sum hevur fult stigatal eftir tvey umfør. Tað er AaB, sum sunnudagin vann 2-1 í Haderslev. Brøndby var lítið sannførandi, tá teir leygardagin spældu málleysan javnleik móti OB.

AB hevði aftur hesa ferð yvirvág uttan at vinna, tá Viborg javnaði til 1-1, og í gjárkvøldið spældu Silkeborg og FC Midtjylland.

Í Herfølge tykjast teir hava tankarnar vendar móti Europa Cup. Áðrenn teir mikukvøldið í komandi viku fáa vitjan av Glasgow Rangers, skulu teir gera enn eina roynd at fáa stig í Superliguni. Longu fríggjakvøldið fáa teir vitjan av Viborg.

Sunnudagin skal FCK spæla á gamla heimavøllinum hjá Toda í Lyngby, og AGF skal spæla í Odense móti OB.