Føroysku landsliðsspælararnir í donskum fótbólti eru partar í einum øgiligum stríði, sum ikki bara snýr seg um stig og heiður. Peningaligu upphæddirnar, sum standa upp á spæl, eru stórar.
Um tað skuldi eydnast hjá Herfølge at vunnið DM, og um teir síðani sleppa upp í part í europeisku meistarakappingini, so fara teir at vinna so nógvar milliónir, sum teir tilsaman higartil ikki hava vunnið.
Og í donsku bløðunum í gjár var staðfest, hvat tað fer at kosta felagnum hjá Óla Johannesen, AGF, um teir tapa í botnstríðnum og komandi kappingarár skulu spæla í næstbestu deildini. Kostnaðurin verður sagdur at fara at verða 30 milliónir krónur, so tað eru ikki smávegis upphæddir.
Óli hugdi at
Tá upphæddin verður havd í huga, er tað ikki at undrast á, at smílini umframt hjá spælarunum eisini vóru stór á ábyrgdarmonnunum í AGF, sum sunnudagin vóru í Esbjerg.
Óli Johannesen var ikki á liðnum hjá AGF. Hann var millum teir 6.796 áskoðararnar, sum hugdu at. Sjálvandi fegnaðist føroyski landsliðsmaðurin um sigurin.
Flestu áskoðararnir vónaðu, at heimaliðið fór at vinna. Vónin var ikki heilt av leið, tí Esbjerg hevði frammanundan vunnið í Brøndby. Men tað gekk, sum tað ofta ger hjá veikum liði, ið frammanundan hevur vunnið stóran bita. Lennart Bak stútaði AGF framum stutt eftir steðgin, og hetta var einasta málið í góðveðrinum ítróttarparkini í Esbjerg.
AGF sigurin hevði við sær, at Esbjerg datt niður á aftasta plássið. Tá hesi bæði liðini hittust í heyst, vann AGF. Øsing stóðst av, at dómarin, Knud Erik Fisker, var óheppin, tá eitt fríspark varð dømt. Esbjerg kærdi og vildi hava nýggjan dyst. Málið er nú hjá Dansk Idræts Forbund, sum skal taka støðu í málinum í dag.
Fyri vánirnar hjá AGF at varðveita møguleikan at spæla í bestu deildini hevur tað stóran týdning, at teir fáa viðhald og harvið sleppa undan nýggjum dysti og í staðin varðveita tey trý stigini, sum teir vunnu í heyst.
Munurin nógv tódnaður
Herfølge tapti toppdystin á heimavølli 2?0. Harvið hevur úrtøkan hjá Jákupi Mikkelsen og teimum í teimum báðum dystunum eftir vetrarsteðgin verið soltin. Teir hava einki stig fingið, teir hava einki mál skorað, trý mál eru farin ígjøgnum, og nú er munurin aftur til Brøndby, sum aftur er næstfremst, tódnaður til trý stig.
7.356 áskoðarar vóru í Herfølge. Heimaliðið legði bragdliga fyri, men tað var skjótt, at trýstið linkaði, og tað var sjón fyri søgn, at teir í Brøndby høvdu bart skelkin frá 3?2 tapinum ímóti Esbjerg av sær.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki setti púra blanki svenski miðvallarin í vinstru, Mattias Jonsson, innaru síðuna á, eftir at Kim Daugaard hevði sneitt fleiri mótstøðumenn burtur av sær. Bara eina lítla løtu aftaná var um reppið, at Brøndby økti, men Jákup Mikkelsen stórbjargaði, og føroyski landsliðsmálverjin var fleiri aðrar ferðir noyddur at vísa sítt kynstur.
Í 2. hálvleiki noyddist Herfølge at flyta fólkið longri fram á vøllin. Á tímaslagnum høvdu teir ein góðan møguleika at javna, men bólturin fór skeivu megin stólparótina. Veteranurin Bent Christensen varð skiftur inn í álopið hjá Brøndby, og eitt korter fyri leiklok staðfesti hann sigurin, eftir at bólturin var komin innfyri.
John Faxe Jensen vildi ikki seta seg sjálvan inn í stríðið móti gomlu liðfeløgunum fyrrenn eitt korter var eftir.
Todi framvegis skaddur
Størsta áskoðaratalið sunnudagin var í Parkini, har FCK klossaði øll stigini burtur móti grannunum úr AB. FCK málverjin, Michael Stensgaard, man leingi fara at hava marruna eftir hetta avrikið.
Todi Jónsson er framvegis so mikið plágaður av liðbandsskaðanum í knænum, at hann fær ikki spælt. Todi var millum teir 16.397 áskoðararnar, sum í góða danska várveðrinum hugdu at. Longu í 3. minutti sóu teir, at FCK málverjin klossaði í sambandi við innlegg eftir hornaspark. Niclas Jensen javnaði eftir hálvan tíma. Hann smoygdi sær framvið fleiri í vinstra borði, og tá hann sendi móti málinum, hjálpti ein verjuspælari til at fáa bóltin um strikuna.
FCK var sannførandi síðsta hálva tíman av fyrra umfarinum, men teir fingu ikki fleiri mál, og tað mundi kennast sum køld pøs í andlitið, at AB skoraði, tá fimm minuttir vóru eftir av 1. hálvleiki. Jan Michaelsen royndi seg úr 30 metrum, og FCK málverjin rakti ikki bóltin, tá hann royndi at verja fyri.
Í 2. hálvleiki fór luftin úr FCK. AB sigurin hevur við sær, at teir nú eru fimm stig frammanfyri FCK, sum bara hevur fingið eitt stig í vár og framvegis er á áttanda plássinum, sum teir hildu vetrarfrí á.
Tað er ikki heilt greitt enn, um tað fer at eydnast, men í FCK vóna teir, at Todi Jónsson verður tøkur, tá teir komandi vikurnar skulu spæla í Jyllandi tvær ferðir. Fyrst skulu teir til Vejle, og síðani skulu teir spæla í Silkeborg.
Komandi vikuskifti skal Herfølge spæla á útivølli ímóti AGF.