Talan var um 10.000 tons stóra bretska herskipið Suffolk, tveir destroyarar og tveir armeraðar trolarar. [Um HMS Suffolk kunnu vit siga, at tað herskipið var við í jagstranini í 1941 av tí týska slagskipinum Bismarck millum Ísland og Grønland].
Næmingarnir í realskúlanum fingu frí, og fóru vit øll út á molan – har var longu stórt tal av forvitnum fólki – fyri at vita, hvat ið annars fór at henda har úti. Tað vardi ikki leingi, áðrenn báðir trolararnir og skipið ”Rókur” hjá Skipafelagnum Føroyar fóru at ferga herfólk í land úti á molanum og bryggjuni longri inni. Tað frættist, at eini 250 servandir Royal Marines skuldu fremja hersetingina. Veðrið var av tí fagrasta. Tað fyrsta, ið varð hersett, var telegrafstøðin í Havn og kápulhúsið í Sandagerði, sum hevði undirsjóvarsamband við Stórabretland.
Hervaldið hersetti Skansan og kravdi annars innivist til ymisk endamál: skrivstovur, sjúkrahús, íbúðir, goymslur og annað. Í flestu førum vórðu slík vandamál loyst við skrivligum sáttmálum millum ognara og hervaldið. Skjótt varð farið undir at byggja eitt elverk eystan fyri Skansan millum fiskaplássið hjá Carl á Lag, Yviri við Strond og Sersjantahúsið oman fyri vegin. Hersetingin kravdi eisini at fáa innivist í tí stóra húsinum hjá Skipafelagnum Føroyar á Eystaru bryggju. Men leiðslan á Skipafelagnum (Zacharias Niclasen) var ikki fegin um hetta og vildi ikki fara úr skrivstovunum við góðum vilja. Tessvegna fóru fleiri hermenn við byrsum og bajonettum inn, har leiðsla og starvsfólk hildu til, og beindu tey út í rúgvu: stjórin og hansara næsti maður Johan Schrøter og 5 skrivstovufólk (eitt konufólk og fýra mannfólk). Hann, ið hetta skrivar, var hjástaddur úti á Molanum – nærri sluppu vit ikki.
Frá tí degi, til kríggið hæsaði av í 1945, helt Skipafelagið til í heiminum hjá Zach. Niclasen undir Pisuvarða, meðan vøruavgreiðslan varð verandi úti á bryggjuni, har allur vøruinnflutningurin úr Skotlandi varð avgreiddur.
Sum frá leið kom eitt bretskt bureaukrati í Havn: Field hospital í nonnuklostrinum við reyðum krossi á hvítum botni frámerkt á takinum, Hirings and Claims Office, Skansin, har tað bretska herflotaflaggið var á stong øll árini, meðan Føroyar vóru hersettar, Naval office, Admiralty house við egnari telegrafstøð, Headquarters/officers in charge, Naafi shop, British Ambassador (Mason o.a.), Officers mess/bar osfr.
Føroyar vórðu sum sagt hersettar 13. apríl 1940, og 25. apríl kunngjørdi tann bretska stjórnin [BBC], at føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi, sum eisini skuldi málast sjónligt á skipssíðunum. Skip við donskum flaggi vóru fíggindar, tí Danmark var hersett av Týsklandi 9. apríl.
16. september 1945 fór bretska hersetingin í Føroyum endaliga í søguna, meðan kunngerðin í BBC 25. apríl 1940 um at flagga við føroyskum flaggi fór í søguna samstundis, sum heimsbardagin fór í søguna.
Í mai mð. 1940 viðtók løgtingið eina fyribils stýrisskipanarlóg, sum skuldi galda, meðan kríggið var og Føroyar hersettar. Lógin varð góðkend av amtmanninum og hervaldinum. Á tingi atkvøddi Fólkaflokkurin ikki fyri lógini.
5 ár, 5 mánaðir og 3 dagar vóru Føroyar hersettar. Nakrir av hermonnunum búsettust í Føroyum, og teir fóru sjálvandi ikki avstað aftur av landinum. Eins og føroysk konufólk giftust við hermonnum, sum fluttu úr Føroyum. Summar gjørdust ungar einkjur.
Í stuttum kann greiðast frá, at Royal Marines vóru í Føroyum einar 2 mánaðir, tá ið eitt troppaskip, Ulster Prince, legði at landi í Tórshavnar havn við fleiri hundrað Lovat Scouts hermonnum. Tað segðist, at Royal Marines – úrvalsherlið – sum vóru í Føroyum, fóru til Norra, har bretar royndu at seta fólk á land og fáa fótin fastan við Åndalsnes ved Romsdals kyster og Namsos norðan fyri Trondheim. Men hetta miseydnaðist, og bretar tóku seg aftur. Tá lótu fleiri hermenn av teimum, sum dvøldu tveir mánaðar í Føroyum, lív.
”Ved Guldbrands kyster han styrede i land…”
Í Havn og aðrastaðni – serliga vesturi í Vágum – øktist talið av hermonnum, so hvørt sum íbúðir – nissen huts – og annað neyðugt varð bygt og smíðað. Sum frá leið komu og fóru túsundtals herfólk við ymiskum heitum: Royal Marines, Lovat Scouts, Cameronians, South Staffordshire, Royal Artillery (RA), Royal Army Service Corps (RASC) og aðrir. Í Sjónleikarhúsinum í Havn, sum hervaldið ráddi yvir, var skemt og leikur. Úr Bretlandi komu entertainment fólk at leika sjónleik, eitt nú Shakespeare v.m.
Annar av omanfyri nevndu armeraðu trolarum, Lincoln City, lá á Vestaravág út fyri Rundingi. Hann varð bumbaður av týskum flúgvara. 8 av manningini lótu lív. – Hesir trolararnir vórðu annars kallaðir “sáputrolarar,” tí teir vórðu bygdir í Týsklandi til Onglands. Afturfyri fekk Týskland sápu (Sunlight soap) úr Onglandi. Slíkt vørubýti, sum tey kallaðu clearing, helt uppat orsakað av bardaganum.
Skotið varð eftir flúgvaranum bæði í Havn og á Skálafirði. Hann varð raktur og neyðlendi á vágni út fyri Gøtugjógv. Flogmanningin – 4 í tali – varð tikin av tí bretska hervaldinum og beind í fangalegu í Bretlandi. Tað varð kanska teirra bjarging, teir, sum tóku lívið av 8 av manningini á Lincoln City.
Dagurin 13. apríl 1940, tá ið Føroyar vórðu hersettar, er mest sum farin í gloymskuna, men 25. apríl 1940, tá ið BBC kunngjørdi, hvussu tey uttanveltaðu føroysku skipini skuldu flagga við føroyskum flaggi á stong og málað á skipssíðu – ein kunngerð, sum fór úr gildi sama dag, kríggið fór í søguna – gjørdist fleiri ár seinri flaggdagur Føroya.
Tað er løgið, at vit hava gloymt 2. juni 1919, tá okkara flagg á fyrsta sinni varð vundið á stong í Fámjin av einum av studentunum – Jens Oliver Lisberg – sum saman við nøkrum øðrum lesandi føroyingum í Keypmannahavn høvdu sett saman Merkið. Hann doyði árið eftir í 1920, og sama árið varð ungmannafelagið Merkið stovnað og Hans Andr. Djurhuus yrkti eisini sama árið okkara flaggsang Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð, men hitt hvíta er fossur….
Føroyar vórðu sum sagt hersettar 13. april 1940, og 25. apríl sama árið kunngjørdi bretska stjórnin í BBC, at øll føroysk skip við føroyskum flaggi á stong og málað á skipssíðu vóru uttanveltað (neutral). Hendan kunngerðin fall burtur av sær sjálvum, tá ið kríggið helt uppat í 1945.
Dagurin 25. apríl 1940 skapti eina sanna politiska øsing. Politiið noyddist at manna tinghúsið. Dagin eftir heittu tríggir løgtingslimir á Føroya fólk: ”… vit biðja allar borgarar at banna allar demonstratiónir …”
Í apríl 1941 kravdi Fólkaflokkurin (stovnaður 1939) úrslitaleyst, at løgtingið skuldi flagga 25. apríl.
Í 1945, og Thorstein Petersen, tá løgtingsformaður, heitti úrslitaleyst á skúlastjórnina um at lata skúlabørnini í Havnar kommunu fáa frí 25. apríl. Tað varð ikki játtað.
Í 1948 fingu vit heimastýrislógina, og við henni varð okkara flagg, Merkið, ein juridiskur og politiskur veruleiki.
Í 1959 fingu vit eina løgtingslóg um okkara flagg, og nøkur ár seinni fyrisetti landsstýrið við kunngerð, at 25. apríl var almennur flaggdagur.
Men dagurin 2. juni 1919, tá ið Merkið flaggaði fyrsu ferð í Føroyum – og Merkið varð og er framvegis goymt í kirkjuni í Fámjin – tann dagin tykjast vit at hava gloymt, og 2. juni gjørdist tessvegna ikki okkara flaggdagur. Hetta er harmiligt og óskiljandi.
Søguliga átti dagurin 2. juni – og eingin annar – at verið okkara flaggdagur.
Her umrødda kunngerðin í BBC 25. apríl 1940 og løgtingslóg í 1959 um okkara flagg eru hendingar í okkara flaggsøgu, sum gjørdust livandi í 1919 og 1920 og lóggildað við heimastýrislógini í 1948.
***
Undirritaði hevur i fleiri ár skrivað lesarabrøv, kanska eina mest um almenn samfelagsviðurskifti í Føroyum. Í 36 ár var eg bókhaldari, fulltrúi og skrivstovustjóri – og loksins ráðgevari – á Føroya Gjaldstovu við beinleiðis referencu, tilvísing, til løgmann og aðrar landsstýrislimir. Eg fekk so við og við innblástur og vitan um heimastýrisskipanina á góðum embætismannastigi.
Føroya Gjaldstova – upprunaliga Færøernes Oppebørselskontor – varð sett á stovn í 1939 við lóg sum danskur stovnur undir ríkisráðnum. Við løgtingslóg nr. 12 frá 28. mars 1949 yvirtók heimastýrið stovnin Føroya Gjaldstovu við fylgjandi málsøkjum:
• Roknskaparførslur viðvíkjandi landskassanum og millumrokning við ríkiskassan.
• Roknskaparførslur viðvíkjandi grunnum.
• Toll og tolleftirlit.
Sum árini gingu við nýggjum og broyttum inntøkulógum, útreiðslulógum og virkisøkjum, gjørdist gjaldstovan sjálv mønin í landskassans fíggjar- og roknskaparumsiting og, sum longu sagt, við gjaldstovustjórans beinleiðis referencu til løgmann og løgtingsins fíggjarnevnd og ríkisumboðið.
Í 1987 var undirritaði tilnevndur stjóri á Føroya Gjaldstovu.
Sama árið legði landsstýrislimurin við fíggjarmálum uppskot til løgtingið um avtøku av lóg nr. 12 frá 28. mars 1949 um Føroya Gjaldstovu. Lógin varð avtikin, og løgmaður kunngjørdi avtøkulógina at koma í gildi. Eingin lóg kom í staðin fyri lógina frá 1949, sum var tann fyrsta yvirtøkulógin, sum løgtingið framdi við støði í heimastýrislógini.
Hetta varð framt uttan samráðing ella vegleiðing ella kunning til gjaldstovustjóran.
Sum fyribilsstjóri í 1985 varð eg varur við, at essentielt gjaldstovustjóravirksemi hvarv, eins og týðandi landskassaskjøl á goymslu á gjaldstovuni hvurvu uttan mína vitan ella loyvi. Hetta fekk sera álvarsligar fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar í landskassanum. Men óskilið helt bara fram.
Slíkt óskil varð skrivliga fráboðað avvarðandi landsstýrislimum og løgmanni.
Undir slíkum eyðmýkjandi umstøðum bað gjaldstovustjórin (undirritaði) løgmann um at verða loystur úr embætinum beinanvegin. Hetta hendi í 1991 nøkur ár, áðrenn eftirlønaraldurin varð rokkin.
Í stuttum kann stjóraembætið lýsast soleiðis:
• Stjórin og næstimaður á gjaldstovuni vóru regluliga við á fundum saman við løgtingsins fíggjarnevndum, eitt nú, tá ið uppskot til fíggjarlóg vóru til viðgerðar, ella nýggjar inntøkulógir skuldu finnast ella gerast og aðrar broytast ella strikast.
• Ansa eftir, at Føroya Gjaldstova altíð virkaði eftir galdandi lógum, kunngerðum og fyriskipanum.
• Skráseting av instruksum við støði í galdandi lógum og kunngerðum.
• Uppskot til landskassans inntøkur og útreiðslur – einar tjúgu §§ í Løgtingsins fíggjarlóg – vórðu regluliga ár um ár gjørd av stjóranum og hansara næstamanni á gjaldstovuni og handað landstýrinum til fíggjarlógaruppskot.
Alt hetta hvarv sum døgg í sólini.
Í 1956 fekk tænastumaður á Føroya Gjaldstovu at vita, at hann ikki kundi hava annað starv um hendi uttan við skrivligum loyvi frá landsstýrinum (løgmanni). Hesi boð vórðu sjálvandi yvirhildin.
Mergurin og sálin í Føroya Gjaldstovu hvarv so við og við í 1986 og fylgjandi ár við sera álvarsligum, umsitingarligum avleiðingum.
Eitt nýtt, fremmant hierarki vísti seg úti í Tinganesi, í stóran mun mannað av akademikarum og ókendum hjálparfólki við bert lítlari ella ongari vitan um bygnaðin av almennari meginfyrisiting í Føroyum við støði í heimastýrislógini frá 1948 við tilhoyrandi kunngerðum og instruksum. Hendan meginfyrisiting, varliga og virðiliga uppbygd og væl umsitin í 48 ár, varð ræðandi dag um dag upp á stutta tíð – 7 ár – brotin niður við destruktivum handalagi.
Sum kunnugt kann servilitetur innibera undirbrotligheit við sleiskni og evnaloysi í spurningum um rangt og rætt. Moralur broytist til amoral.
Tá ið landsstýrisins fíggjarlógaruppskot 1987 – sum gjaldstovustjórin fyri fyrstu ferð síðan 1948 ikki átti lut í – varð beint í fíggjarnevndina eftir fyrstu viðgerð í Løgtinginum, gjørdi Grannskoðanardeild Landskassans gjaldstovustjóran vart við álvarsligar villur í uppskotinum. Villurnar vórðu av grannskoðaradeildini rættaðar, áðrenn Løgtingið fekk uppskotið aftur til aðru og triðju viðgerð.
Um somu tíð var eitt annað lógarsmíð um inntøkulógir framt í Tinganesi uttan at gjaldstovustjórin luttók á fundunum. Tað arbeiðið var fongt við villum. Gjaldstovan (stjórin) gav løgmanni skrivliga fráboðan um hetta.
Eitt heimagjørt embætisvald í Tinganesi skrykti støðið undan gjaldstovustjóranum og skrivstovustjóranum í landsstýrinum í 1986.
Sjey ár seinni skramblaði korthúsið. Les: Landskassin og fíggjarkervið fóru á ørmundarhús.
Í kronikki í Dimmalætting ”Orðaskifti um búskap” tvey ár seinni, skrivaði táverandi forstjórin (nýtt heiti) í landsskrivstovuni: ”Bygnaðarbroytingarnar hava gjørt miðfyrisitingina millum 2 og 3 ferðir so dýra. Landsskrivstovan og landsstýrið kostaðu í 1995 umleið 20 milliónir og í 1999 50 milliónir. Seks hálønt leiðarastørv í 1995 vórðu í 1999 økt til 21, ella meira enn trífaldað.”
Í 1964-1979 játtaði Fólkatingið samanlagt 120 milliónir til Íleggingargrunnin fyri Føroyar (Investeringsfond for Færøerne). Hesin grunnur er ætlaður at veita lán til størri almennar íløgur í Føroyum. Seinni játtaði Fólkatingið, at grunnurin í serligum føri kundi veita studning.
Tey fyrstu árini varð grunnurin umsitin av Fólkatinginum, men í 1980 varð grunnurin fluttur til Føroya soleiðis, at landsstýrið setti eina nevnd, sum skuldi umsita lánsveitingarnar úr grunninum. Fyrsta nevndin varð vald við Mikkjali Helmsdal sum formanni. Føroya Gjaldstova skuldi umsita grunnin, hansara pening og útlán, sum nú vóru komnar. Alt tað roknskaparliga, herundir útlánini og innkrevjing av teimum og ársroknskapir v.m., skuldi umsitast av Føroya Gjaldstovu. Starvsfólkatalið á gjaldstovuni øktist ikki av hesari nýggju, krevjandi umsiting.
Frá fyrsta degi í 1964 fekk Íleggingargrunnurin avgerandi týdning í fíggingini av almennum íløgum. Nú 55 ár eru liðin, síðani Íleggingargrunnurin fór at virka sum ætlað, er tað ikki ov nógv sagt, at vit í dag ikki høvdu havt ein at kalla nýggjan flogvøll, bergholini, landsvegirnar og Atlantic Airways, sum í dag mynda Føroyar, uttan við fígging – 7%-lán og studning – úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar.
Ein politiskur flokkur í løgtinginum hevur roynt (roynir kanska framvegis?) at yvirtaka Íleggingargrunnin fyri Føroyar. Havandi í huga lagnurnar hjá Vinnulánsgrunninum, Oljugrunninum og yvirhøvur hava í huga allar løgtingsgrunnarnar, sum fyri bert fáum árum síðani vóru blakaðir burtur sum annað skrambul, mugu vit vóna, at ein yvirtøka av Íløgugrunninum ikki verður framd
í óðum verki.
Í 1995 setti Løgtingið eina §19-nevnd at útgreina og lýsa orsøkirnar til skeivleikar og mistøk í 80-árunum. Í 2000 gav Føroya Løgting, §19-nevndin, út bókina FRÁGREIÐING UM 80-ÁRINI.
Stórt bókverk, 443 síður.
Vit kunnu tríva í verkið:
• Tvey at kalla nýggj farmaskip vórðu strikað í tí føroysku skipaskrásetingini í 1988. Landskassin hevði 1. og 3. veðrætt í skipunum. Hetta kom at kosta landskassanum 47 milliónir krónur. Meðan ein banki við 4. veðrætti fekk sínar 20.000 krónur.
• Veðhaldsskyldur landskassans vórðu mettar at vera 44 milliónir vegna nýbygningar á Skála Skipasmiðju. Tá ið avtornaði, hevði landskassin goldið 280 milliónir.
• Til fiskiskipaupphøgging av 55 skipum rindaði landskassin 279 millónir ella 34 milliónir meira enn Løgtingið hevði játtað.
• Á síðu 184: Skip, sum í nógv Harrans ár hevði ligið á havsins botni, fekk upphøggingarstuðul. Undarligt at hugsa sær, at eitt skip, sum fekk 1,9 mill. í upphøggingarstuðuli, í dag aftur er til fiskiskap.
• 5 ymisk skipafeløg kostaðu landskassanum 360 milliónir.
Hetta – og milliardaskuld landskassans – rendi ein tóman landskassa av knóranum heystið 1992.
Hesin ørskapur 1986-1992, lat okkum kalla hann eina tragikomiska komediu, tykist at vera farin í gloymskuna:
Í apríl 2013 varð hakin settur í moldina úti á Marknagili. Hetta var byrjanin til ein nýggjan meginskúla, sum skuldi verða Føroya størsti miðnámsskúli.
Skjótt var eingin semja um, hvussu stórur hesin Miðnámsskúlin skuldi vera, hóast glæstrihúsið frá einum arkitektfelag varð alment kunngjørt og góðkent.
Ikki nóg mikið við tí. Heitið Meginskúlin á Marknagili hvarv sum í gandi, og upp reis sum ein annar fuglur Fønix eisini sum í gandi: Meginskúlin skuldi nú eita Glasir. Elligamli siðurin at navngeva skúlar við knýti at staðnum ella økinum, har skúlarnir skuldu standa, varð fyrst brúktur og síðani vrakaður.
Við hesum gandaorði GLASIR hvurvu umframt Meginskúlin á Marknagili fleiri onnur skúlanøvn: Studentaskúlin í Hoydølum, Tekniski Skúlin í Havn og Føroya Handilsskúli. Hesir fingu somu navnabroyting: GLASIR.
Í Klaksvík er ein tekniskur skúli, hann tykist ikki at hava fingið navnabroyting!
Byggingin av GLASIR á Marknagili hevur í fleiri ár verið merkt av óloysiligum byggi- og fíggjarfløkjum við álvarsligum politiskum og fíggjarligum avleiðingum. Frá fyrsta degi, tá ið hakin varð settur í moldina í 2013, tyktist høgra hond ikki at vita nakað um, hvat ið vinstra hond gjørdi.
Nær hesin hurlivasin, sum fløkt tungutala í 6 ár, fær ein enda, tykist ongin at vita. Fyrst hvarv høvuðsbyggifelagið, og tað málið liggur ætlandi í Føroya rætti; so stakk landsstýrislimurin við skúlamálum sítt embætið í sekkin; løgtingsins eftirlitsmaður fekk sekkin; fíggjareftirlitið misti tamarhaldið; løgtingsins fíggjarnevnd veit hvørki út ella inn; løgtingsjáttanir í milliónatali oyramerktar til ávís endamál skúlabyggingini viðvíkjandi, eru brúktar til onnur endamál.
Sanniliga: Ørskapsins kavalkada!
Hóast hesin Føroya størsti skúli nú á sætta ella sjeynda ári ikki tykist at vera liðugt bygdur og nógvar milliónir framhaldandi ikki eru goldnar, so varð hann vígdur og handaður Mentamálaráðnum í 2018.
At rættarsamfelagið og vanligt vit og skil tykist at rilla, er ikki ov nógv sagt.
Ein onnur ”fíggjargøla” – ikki GLASI ólík – Landssjúkrahúsið í gerð úti í Sandagerði – liggur tikkandi á borðinum til eitt komandi løgting?
Hóast undirritaði er givin við at skriva um farnar dagar, verður fjasað eitt sindur við penninum (telduni) mest sum av gomlum vana. Men 31. august fari eg á val.

Heri Mohr 11. apríl 1940 segði Winston Churchill í Undirhúsinum: “We are occupying the Faroe Islands by land, sea and air.” Og tveir dagar seinni, 13. apríl, snimma á morgni, komu nøkur bretsk herskip inn á Nólsoyarfjørð og

