– Eg havi altíð verið øgiliga opin um at vera skallut, tí tað ger mítt lív lættari. Tað er for strævið at ganga og lata sum einki.
Tað sigur Herit Helgadóttir, sum hevur sjúkuna alopecia, ið forðar henni at fáa hár.
Hon sigur við Sosialin, at hon hevur ongantíð verið flóv av at verið skallut.
– Men eg má bara staðfesta, at fólk hyggja eyka nógv, tá tú gongur við berum skalla, sigur hon.
Í Vinnuni hittir blaðið millum annað Sunnivu Sólarris, sum er juristur og húsasmiðjur, og sum arbeiðir sum húsavørður á Hotel Hilton.
##med2##
– Mær dámar væl at arbeiða við ymiskum uppgávum, og eg stórtrívist sum partur av einum liði, har øll síggja tað sum sítt fremsta endamál at veita gestunum bestu tænastu, sigur Sunniva Sólarris.
Blaðið hittir eisini stjóran í Betri samtakinum, Evy Jacobsen. Hon er forstjóri í fyritøku sum hevur 3,5 milliardir í eginogn. Hon hevur drúgvar vinnuroyndir og hevur seinastu tvey árini sitið sum forstjóri í Betri-samtakinum.
##med3##
##med4##
##med5##