Økta hernaðarliga hjáveran í Grønlandi heldur fram restina av árinum.
Tað boðar danska verjuleiðslan frá í tíðindaskrivi.
Økta hjáveran hjá donsku verjuni er partur av hernaðarvenjingini "Arctic Endurance", sum byrjaði í síðstu viku.
Venjingin fer fram saman við einum hópi av NATO-sameindum londum, sum eisini hava sent hermenn til Grønlands at planleggja og kanna.
– Fyri londini snýr arbeiðið seg í fyrstu atløgu um at kanna møguleikarnar at stuðla "Arctic Endurance", sum ætlanin er at fara fram alt 2026 í og kring Grønland, skrivar danska verjuleiðslan.
– Fleiri NATO-tjóðir hava víst áhuga fyri at senda kanningarlið til Grønlands og koma væntandi alt árið.
Higartil eru Frakland, Týskland, Svøríki, Norra, Finnland, Holland, Ísland og Belgia partur av hernaðarvenjingini.
/Ritzau/











