Hertha verður leiðari fyri Sóljugarði

- Gjøgnum sítt arbeiði hevur hon fingið eitt víðfevnt innlit í, hvussu stovnar verða bygdir upp fakliga og trivnaðarliga

Hon hevur sterkt fakligt grundarlag og stóran áhuga fyri børnum, familjum og menning av dagstovnaøkinum

Í vikuni setti Vága kommuna Herthu J. Simonsen í starv sum leiðara fyri Sóljugarði, og hon tekur við starvinum hin 1. apríl.

 

Sóljugarður er dagstovnurin í Sandavági.

 

- Hertha er 46 ára gomul. Hon gjørdist námsfrøðingur í 2011 og tók ykisútbúgving innan handil í 2005. Harumframt hevur hon tikið eftirútbúgving innan dagstovnaleiðslu í 2024 og sum motorikvegleiðari í 2025.

 

Sagt verður um Herthu, at hon hevur  drúgvar og viðkomandi royndir innan dagstovnaøkið.

 

- Hon hevur starvast í dagstovnaøkinum, bæði sum námsfrøðingur og stovuleiðari árini 2011 til 2025, og seinasta árið hevur hon starvast sum varaleiðari í Sóljugarði.

 

Í Vága kommunu vísa tey á, at Hertha J. Simonsen kennir leiðsluleiklutin væl, eins og hon eisini kennir barnagarðsøkið frá botninum og uppeftir.

 

##med2##

 

Gjøgnum sítt arbeiði hevur hon fingið eitt víðfevnt innlit í, hvussu stovnar verða bygdir upp fakliga og trivnaðarliga.

 

- Eisini hevur hon fingið góðar royndir við at taka ábyrgd, skapa yvirlit og vera ein stuðlandi partur av samstarvinum við starvsfólkini.

 

Lagt verður aftrat, at Hertha hevur eitt sterkt fakligt grundarlag og stóran áhuga fyri at arbeiða við børnum, familjum og at menna dagstovnaøkið í Vága kommunu.

 

 

Hon hevur sterkt fakligt grundarlag og stóran áhuga fyri børnum, familjum og menning av dagstovnaøkinum