Flogsamband
John Johannessen
Jens Kristian Vang (myndir)
Uni Joensen og Annika Johansen
Uni tekur master útbúgving í Buisness Administration uttan fyri London
?Hetta er útmerkað, men tú fært sjálvandi ikki havt bilin við.
Hetta er fyrsta viðmerkingin, frá Una Joensen, sum leygardagin saman við komu og børnum kom heim við Atlantsflog úr Standsted.
Uni Joensen lesur beint uttan fyri London, og Annika er heima hjá børnunum.
Annika sigur seg vera sera fegna um nýggja flogsambandið. Hon greiðir frá, at seinast, tey komu heim til Føroya, fóru tey frá húsum klokkan fýra um náttina og vóru ikki upp á pláss í Føroym fyrr enn klokkan átta um kvøldið. Hesaferð ferðaðust tey í fýra tímar.
? Hetta er stórur fyrimunur, sigur Annika, og Uni er samdur.
Uni heldur eisini, at nýggja rutan kann gerast ein stórur fyrimunur bæði fyri Atlantsflog sjálvt, og føroyingar. Tí rutan betrar um møguleikarar at fara til Bretlands at lesa, og tað heldur Uni vera ógvuliga gott.
? Møguleikarnir at lesa í Bretlandi eru nógv betri enn í Danmark. Og harafturat fer framkomna samfelagið at krevja hollan kunnleika í enskum, so tað er ógvuliga gott fyri føroyingar at fara at lesa í Bretlandi, sigur Uni. Men Annika og hann er kortini samd um, at tað er ógvuliga dýrt at vera í Bretlandi ? serliga tá tú skalt gjalda stóran part av útbúgvingini sjálvur.
Birita á Mýrini
Lærir til silvursmið í London
? Eg haldi tað vera frálíkt við hesum ferðasambandinum. Eg sleppi frá at brúka eina rúgvu av tíð, til at ferðast umvegis Danmark ella Skotland. Og so spari eg eisini nógvar pengar uppá ferðaseðilin millum Ongland og Danmark.
Hetta sigur Birita á Mýrini, sum í eina tíð hevur lært til nakað, sum minnir um silvursmið, á einum skúla inni í London.
Birita greiðir frá, at hon plagar at leggja ferðina millum Føroyar og London og London og Føroyar soleiðis til rættis, at hon steðgar nakrar dagar í Keypmannahavn á vegnum. Men hóast hon ikki kann hetta, tá hon flýgur beinleiðis, fegnast hon um nýggja sambandið hjá Atlantsflog. ? Hetta ger, at eg spari dagar, sigur hon við einum stórum smíli.
Billy M. Gaasedal
Hevur ferðast eina viku í London
Billy M. Gaasedal lesur ikki í London. Men hann hevur verið og ferðast eina viku í London. Hann fór við fyrsta túrinum hjá Atlantsflog til Standsted í seinastu næstseinasta leygardag og kom heim aftur seinasta leygardag.
? Eg havi ikki verið í London fyrr. Men tað er ein deiligur býur. Har er so ótrúliga nógv at uppliva, at tú nært tað ikki uppá eina viku, men eg havi havt tað fínt, sigur Billy.
Eisini trýr Billy avgjørt, at London kann gerast býurin, ung velja at ferðast til í staðin fyri Keypmannahavn.
? Skuldi eg valt ímillum Keypmannahavn og London, hevði eg avgjørt farið til London. Har er meira at uppliva, og mær dámar fólkini har nógv betur, tey líkjast meira føroyingum, sigur hann.