Hesaferð er Slovenia ein lítil favorittur

Dysturin um 9. og 10. plássið byrjar klokkan 18.30 í kvøld

Mynd: Harald Bjørgvin

Mynd: Harald Bjørgvin

Hesaferð er Slovenia ein lítil favorittur til at knógva Føroyum, sambært 12 altjóða veddingarfyritøkum. Tá Føroyar og Slovenia møttust í innleiðandi bólkaspælinum vóru Føroyar ein lítil favorittur hjá veddingarfyritøkunum.

 

Føroyar og Slovenia spæla um 9. og 10. plássið klokkan 18.30 í kvøld í EM-endaspælinum fyri U20 manslið. Bæði liðini hava vunnið seg í HM-endaspælið fyri U21-manslið komandi summar, men liðini fara sjálvandi at kýta seg fyri at vinna hendan dystin.

 

Kvf.fo vísir dystin.

 

Hesaferð liggja oddsini uppá sigur til Slovenia millum 1,64 og 1,82. Oddsini uppá sigur til Føroyar liggja millum 2,48 og 2,70. 

 

Her eru oddsini uppá dystin: 

 

##med2##

 

Mynd: Harald Bjørgvin

Mynd: Harald Bjørgvin