Hesi 13 fólkini fingu heiður

Tað er ein vakur siður at heiðra fólk, sum hava tænt bæði væl og leingi.

 

Í býráðssalinum á Tvøroyri var í dag hugnalig hátíðarløta fyri starvsfólkum, sum vórðu heiðrað fyri at hava tænt Tvøroyrar kommunu í meira enn 15 ár.

Borgarstjórin, Kristin Michelsen, takkaði teimum øllum fyri trúgva tænastu og handaði gávukort og góða konfekt, sum er framleitt av lokalum veitara.

Tey, sum vórðu heiðrað í býráðssalinum hjá Tvøroyrar kommunu í dag, vóru hesi:

Anita Farstad, 15 ár (vaskifólk)

Beinta Nielsen, 15 ár (barnaansing)

Helena Hammer, 15 ár (barnatannrøkt)

Kari Petersen, 15 ár (barnaansing)

Kim Thomasen, 15 ár (hallarvørður)

Lasse Jensen, 15 ár (umsiting)

Majken Josveinsdóttir, 15 ár (barnaansing)

Nicolina Puntabyrgi, 15 ár (barnaansing)

Chris Jan Michelsen, 20 ár (tekniska deild)

Jonhild Johannesen, 20 ár (barnaansing)

Rutt Jensen, 20 ár (barnatannlækni)

Gitte Jacobsen, 30 ár (barnaasing)

John Hammer, 35 ár (tilbúgving)