Hesi 20 londini eru klár til EM-endaspælið

Í kvøld fellur avgerðin um tað verður Kroatia ella Wales sum fylgir Turkalandi úr bólki D til EM-endaspælið í Týsklandi komandi summar

20 av teimum 24 landsliðunum sum skulu kappast í EM-endaspælinum í fótbólti í Týsklandi komandi summar eru funnin.

 

Umframt týsku verturnar hava 19 landslið higartil vunnið seg til EM-endaspælið úr EM-undankappingini. Tað manglar bara í bólki D at finna útav um tað verður Kroatia ella Wales, ið fylgir Turkalandi til EM-endaspælið. Kroatia er stórur favorittur at megna tað. Kroatar hava 13 stig og taka móti Armenia á heimavølli, meðan Wales hevur 11 stig og tekur móti Turkalandi á heimavølli.

 

Tá landslið nummar 21 er funnið í kvøld vera tað Play Off dystir í Nations League komandi vár um trý tey seinastu plássini. Millum liðini sum fara at royna seg í Play Off dysti í Nations League er Ísland. 

 

Hesi londini hava higartil vunnið seg til EM-endaspælið:

 

 

 

  • Spania
  • Skotland
  • Frakland
  • Niðurlond
  • Ongland
  • Italia
  • Turkaland
  • Albania
  • Kekkia
  • Belgia
  • Eysturríki
  • Ungarn
  • Serbia
  • Danmark
  • Slovenia
  • Rumenia
  • Sveis
  • Portugal
  • Slovakia
  • Týskland
  • Kroatia ella Wales
  • Play Off vinnari úr Nations League
  • Play Off vinnari úr Nations League
  • Play Off vinnari úr Nations League