Hesi hittast í FA Cup

Lutakast hevur verið til hálvfinalurnar í FA Cup í kvøld.

Tað er ikki bara í føroyskum fótbólti, at lutakast hevur verið til steypakappingina í fótbólti í dag. Eisini í Onglandi hava teir í kvøld kastað lut um hvør skal hittast í hálvfinalunum í FA Cup.


Lutakastið fløskaði seg soleiðis:


Hálvfinalur:

Bradford/Reading – Arsenal

Aston Villa – Liverpool/Blackburn


Fyrra av omanfyri nevndu hálvfinalum verður spæld 18. apríl, meðan hin verður spæld dagin eftir, tvs. 19. apríl.