- Hesin dysturin verður truplari

Tað heldur føroyski venjarin um dystin hjá kvinnulandsliðnum ímóti Turkalandi seinni í dag.

Óivað verður tað tann allartruplasti dysturin í undankappingini, sum Føroyar skulu spæla kl.13.00 í dag ímóti Turkalandi. Hetta er triði og avgerandi dysturin, ið avger hvør sleppur víðari.


Turkaland hevur – eins og Føroyar – seks stig. Turkaland hevur tó betri málúrtøku, av tí at tær vunnu 3-0 ímóti Montenegro og heili 9-1 ímóti Luksemburg.


- Hetta verður truplari enn ímóti Montenegro. Turkaland er tað besta liðið av teimum trimum, staðfestur Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari.


Pætur helt ikki føroyska spælið var nakað at reypa av í 2-1-sigrinum ímóti Montenegro, so um Føroyar kann grava tað góða spælið fram, so eru sannlíkindini fyri sigri betri, heldur hann.


- Vit spæla faktiskt ikki serliga væl, men vit kempa fantastiskt. So um vit kunnu fáa tey bæði tingini at hanga saman, so kann tað blíva ein javnur dystur, sigur landsliðsvenjarin.


Dysturin ímillum Føroyar og Turkaland verður á Tórsvølli í dag kl.13.00, og Rás2 fer at hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.