Seinnapartin í gjár, sunnudagin, gjørdu teir upptøkur í miðbýnum í Havn.
Og seinni gjørdu teir upptøkur við tunnilsmunnan í Rókini á Toftum. Men tá gekk galið.
Eftir at hava spolað runt nakrar ferðir í rundkoyringini buldraði bilurin inn í murin kring rundkoyringina.
Elbilurin hjá Ford, sum eitur Ford Mustang Mach-E 1400, hevur ikki færri enn 1.400 hestakreftir.
Sambært Dimma.fo sigur umboð fyri filmsliðið, at hesin bilurin verður gjørdur aftur, tí tað var bert materiellur skaði, ið hendi við bilinum. Men teir hava bara hendan eina bilin við í Føroyum, so óvist er, hvussu teir avgreiða uppgávuna í Føroyum.
##med2##
Tá in.fo hitti filmsiðið í Havn í dag søgdu teir, at teir høvdu verið í Íslandi, og vóru komnir til Føroya, tí »at tit eru tað landið, sum per íbúgva hevur grønastu orkuna«, sum maðurin úr Los Angeles segði.
##med3##
##med4##
##med5##