Hesin skal avloysa Adrian

Betri deildin menn: Tað verður Emmanuel Agyeman Duah, sum væntast at skula taka arvin upp eftir Adriani Justinussen, sum er farin til Hillerød

Fyrr í vikuni kunngjørdi HB, at felagið hevur gjørt sáttmála við nýggjan vinstra vong, sum væntast at skula lyfta arvin eftir Adrian Justinussen, sum er farin til Hillerød. Kviki framrættaði Emmanuel Agyeman Duah skiftir til HB úr svenska felagnum AFC Eskilstuna.

 

Emmanuel er 21-ára gamal, og úr Gana. Hann kemur úr svenska felagnum AFC Eskilstuna, sum spældi í næstbestu deildini, Superettan, í fjør. Komandi tvey árini eitur heimavøllurin so Gundadalur, og tað er ein spentur Emmanuel, sum nú fer at lata seg í reytt og svart, skrivar heimasíðan hjá HB.

 

– Fyrst og fremst eri bara øgiliga glaður fyri at vera her. HB er eitt spennandi felag, og tá Dodo fortaldi mær um ætlanirnar fyri komandi ár, føldi eg, at hetta var tað rætta stigið hjá mær at taka. HB er eitt stórt felag, so sjálvandi er ætlanin at spæla við um steypini. Felagið og eg hava somu ambitiónir.

 

Seinastu árini hevur Adrian Justinussen verið snúningsdepilin í framrættaða spælinum. Hann er sum kunnugt farin til Hillerød at spæla, so Emmanuel skal vera við til at fylla tómrúmið eftir Adrian.

 

– Eg spæli fyri tað mesta á vinstra vongi. Mín størsta styrki er ferðin. Sum framrættaður spælari skal eg sjálvandi fyrst og fremst vera við til at skapa tað offensiva spælið. Seta mínar liðfelagar upp, og eisini skjóta nøkur mál sjálvur, sigur Emmanuel Agyeman og leggur afturat:

 

– Eg eri enn ungur, og kann menna meg enn meira. Og tað føli eg, at eg kann gera her. Eg vil allatíð gerast betri, og eg føli at hetta er eitt gott stað hjá mær at menna meg.

 

Sormani hevur havt eyguni eftir honum

 

Talan er um ein spælara, sum Adolfo Sormani, eisini nevndur ”Dodo”, hevur haft eyguni við í eina tíð. Hann hevur allatíð lagt dent á, at teir spælarar, sum koma til HB, skulu hava nakrar heilt serligar dygdir.

 

– Emmanuel er ungur og spennandi leikari, sum hevur møguleika at menna seg enn meira. Hann er sera kvikur og kann spæla á flestu framrættaðu plássunum. Hann er góður á bóltinum og sterkur mann ímóti manni. Her er talan um ein spælara, sum kemur við nøkrum serligum dygdum, sum eg vænti, vit fáa stórt gagn av, sigur Adolfo Sormani við heimasíðuna hjá HB og leggur afturat:

 

– Umframt hansara eyðsýndu fótbóltevnir, hevur hann eisini tær menniskjaligu dygdirnar, ið hóska væl til, og sum vit vænta av øllum HB’arum. Hann vildi fegin til HB, og tað merkir, at hann er motiveraður og hevur rætta hugburðin. Hetta er ein spælari, sum vit hava hugt eftir í eina tíð, og tí eru vit sera fegin um avtalan endiliga er komin uppá pláss.