Heilsufrøðiliga Stravsstovan boðar frá, at drekkidunkar úr aluminium verða afturkallaðir. Talan er um 750 ml aluminium drekkidunkar, sum verða afturkallaðir. Drekkdunkarnir eru merktir við logo hjá ymiskum enskum fótbóltsliðum, eitt nú »Manchester City«, og eru framleiddir í Kina.
Drekkidunkurin eru seldur í føroyskum handlum, og verður afturkallaður, tí vandi er fyri, at dunkurin letur ov høgar mongdir av aluminium frá sær til vatn ella annað, ið verður koyrt í hann.
Sambært Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevur dunkurin batchnummarið 29521.
Merking: Logo hjá enskum fóbóltsliðum: »Manchester City«, »Liverpool FC«, »Arsenal«, »Tottenham«, »Chelsea«.
Vøran er seld í føroyskum handlum.
Orsøkin er sum nevnt at vandi er fyri at dunkurin letur ov høgar mongdir av aluminium frá sær til tað, ið verður latið í hann. – Serliga um talan er um súrliga veksu, t.d. djús, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
– Er talan um afturkallaðu dunkarnir, eiga hesir at verða lætnar aftur haðani teir eru keyptir, ella verða beindir burtur, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.










