Hvalba tekur eisini gjald fyri tóm býli í kommununi

- Ætlanin er, at gjaldið á 7.945 krónur verður kravt inn einaferð um árið, siga tey í Hvalbiar kommunu

Seinastu tíðina hava fleiri kommunur kring landið kunnað um, at tær nú fara at taka gjald fyri tóm býli - ella hús - har eingin er skrásettur at búgva.

 

Gjaldið verður ásett sambært løgtingslóg nr. 80 frá 2. mai 2025.

 

Á bygdaráðsfundi í Hvalbiar kommunu hin 12. desember í fjør samtykti bygdaráðið at áseta tænastugjald á tóm býli sambært nevndu løgtingslóg.

 

- Við gildi frá 1. januar í ár verður gjaldið 7.945 krónur árliga, sum er hægst loyvda gjald fyri 2026, siga tey í Hvalbiar kommunu.

 

Sagt verður, at eftir ætlan kommununar verður gjaldið kravt inn einaferð um árið.

 

- Vit fara at senda rokning til eigarar av býlum, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum, siga tey í Hvalbiar kommunu.