Hesir fingu avskrivað mvg-skuld

Eivind Jacobsen– LANDIÐ MISTI 3.144.950 krónur
Eivind Jacobsen er fyrrverandi borgarstjóri á Strondum, hevur verið virkin í Sambandsflokkinum, og hann hevur havt ein hóp av handlum. Tað sæst eisini aftur í listanum yvir feløg, har Taks hevur avskrivað MVG:

Á listanum hjá Taks sæst, at Taks hevur avskrivað MVG í hesum feløgum:
P/F Stranda Máling: 1.031.142 krónur
SP/F 1/9 2005: 819.320 krónur
SP/F Litbúðin: 503.831 krónur
SP/F Strok: 389.690 krónur
SP/F JH Møblar: 266.967 krónur
SP/F Kramm: 134.000 krónur
Tilsamans hevur Taks avskrivað 3.144.950 krónur í hesum feløgum hjá Eivindi Jacobsen.

Heri Hjelm – LANDIÐ MISTI 2,170.494 krónur
SP/F Suðurlaks. Stjóri var Heri Hjelm í Vági. Hann umboðar uttanflokkalistan í Vágs býráð, hevur verið virkin í valfelagnum hjá Fólkaflokkinum í Suðuroy. Hevur verið valevni Fólkafloksins til løgtingsval fleiri ferðir.
Taks hevur avskrivað MVG upp á 2.170.494 fyri Sp/F Suðurlaks í 2006

Johan Petersen – LANDIÐ MISTI 1.262.625 krónur
Sp/F Brøður Petersen. Nevndarformaður er Johan Petersen í Saltangará. Hann er eisini formaður í valfelag Sambandsfloksins í Eysturoy, Samhald. Hevur røkt fleiri politisk størv og stillað upp til val fyri Sambandsflokkin.
Taks hevur avskrivað MVG upp á 1.262.625 krónur upp á SpF Brøður Petersen í 2005.

John Johnson– LANDIÐ MISTI 1.060.000 krónur
Sp/f 01.01.2002 Trygdartænastan Ansni. Stjóri var John Johnson.
Taks hevur avskrivað MVG fyri 1.060.000 krónur hjá hesum felag.
John Johnsson hevur stovnað nýtt felag, Sp/F Bjargni, sum hevur til endamáls at reka handilsvirksemi, keyp, sølu og annað í hesum sambandi.

Magni Brøðraberg – LANDIÐ MISTI 1.056.199 krónur
Stjóri í SP/F MH Bygg saman við Havgrími Johannesen.
Taks hevur avskrivað MVG fyri 358.000 krónur í hesum felag.
Magni Brøðraberg var eisini stjóri í SP/F Kern.
Taks hevur avskrivað MVG fyri 310.912 krónur í hesum felag.
Magni Brøðraberg var eisini stjóri í SP/F Bygg Fo.
Taks hevur avskrivað MVG fyri 387.287 krónur í hesum felag.
Tilsamans hevur Taks avskrivað 1.056.199 krónur fyri hesi feløg, sum Magni Brøðraberg varðar av.

Johan Mortensen– LANDIÐ MISTI 937.000 krónur
Sp/f Excalibur. Stjóri var Johan Mortensen (Hot). Hann hevur verið stjóri í fiskasøluni Marr & Co, verið virkin í oljuleiting í Føroyum. Hann hevur stillað upp fleiri til býráðsval í Havn fyri Tjóðveldi.
Taks hevur avskrivað MVG 937.000 krónur upp á Sp/f Excalibur

Árni Gregersen – LANDIÐ MISTI 922.000 krónur
P/F Vinnuvitan. Stjóri var Árni Gregersen, sum er ábyrgdarblaðstjóri og stjóri á Sp/F Dimmalætting. Árni Gregersen er royndur tíðindamaður úr útvarpi, sjónvarpi og av bløðum.
Taks hevur avskrivað 848.000 krónur upp á P/F Vinnuvitan
Sp/F Vikublaðið. Árni Gregersen var eisini stjóri á Sp/F Vikublaðnum, tá virksemið hjá hesum báðum bløðunum steðgaði 8. desember í 2008.
Taks hevur avskrivað upp á MVG 74.000 krónur.
Tilsamans hevur Taks avskrivað 922.000 krónur upp á virksemið hjá Árna Gregersen.

Havgrímur Johannesen – LANDIÐ MISTI 358.000 krónur
Stjóri í SP/F MH Bygg saman við Magna Brøðraberg. Havgrímur hevur havt nógv virksemi, bæði við skeinki- og dansistøðum í Havn, innan matstovuvinnuna og hevur eisini fingist nógv við byggivirksemi.
Taks hevur avskrivað MVG fyri 358.000 krónur í hesum felag.

Kaj Leo Holm Johannesen– LANDIÐ MISTI 287.593 krónur
SP/F Sisero. Nevndarformaður var Kaj Leo Holm Johannesen. Tað var gjøgnum sítt virksemi í P/F Farex, at hann gjørdist nevndarformaður í hesum lítla reklamuvirki. Kaj Leo Johannesen er løgmaður, valdur løgtingsmaður síðani 2002, formaður í Sambandsflokkinum síðani 2004 og løgmaður síðani 2008. Hann hevur eisini umboðað Sambandsflokkin í Tórshavnar býráð.
Taks hevur avskrivað MVG upp á 219.437 krónur í Sp/F Sisero
Umframt Sp/F Sisero, so eru tvey onnur feløg, sum Kaj Leo Johannesen varðar av á hesum lista. P/F Farex og og P/F KRK Holding.
Taks hevur avskrivað MVG upp á 45.692 krónur í P/F Farex
og Taks hevur avskrivað MVG upp á 22.464 krónur í P/F KRK Holding
Tilsamans hevur Taks avskrivað MVG upp á 287.593 krónur fyri feløg hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni.

Torbjørn Jacobsen – LANDIÐ MISTI 271.000 krónur
Sp/f Fregnir. Nevndarformaður var Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgmtingsmaður, fólkatingsmaður og landsstýrismaður fyri Tjóðveldi, og nú verandi havnarmeistari og býráðslimur í Runavík.
Taks hevur avskrivað MVG upp á 271.000 krónur fyri Sp/f Fregnir

Jón Tyril– LANDIÐ MISTI 236.190 krónur
SP/F G! Music. Stjóri var Jón Tyril. Hetta er felagið, sum skipaði fyri G!festivalinum í Gøtu fyrru árini.
Taks hevur avskrivað MVG upp á 236.190 krónur upp á Sp/f G!Music. Jón Tyril er framvegis virkin í G!Festivalinum, sum nú verður rikin í einum grunni, sum sleppur undan at rinda MVG.