Hests kommuna kom ikki uppí stóru eindina av neyð

Heðin Mortensen, sum setti útoyggjastevnuna í Hesti leygardagin, segði, at næst eftir jarðarbrúki, hevur bygdin livað av útróðri, og í hesum sambandi hava menn miðvíst og stigvíst útbygt havnalagið. Í nýggjari tíð hava hestmenn eisini verið við til at byggja eina góða ferjulegu til Teistan, sum bindir oynna saman við meginøkinum og grannaoynni, Sandoynni

Útoyggjastevna

Tað var útoyggjaumboðið í Hesti, Sanna Silvurstein, sum beyð vælkomin til stevnu í Hesti leygardagin. Stigtakarar av stevnuni hesaferð, vóru fólk í Hesti og Koltri, og ein týðandi leiklut í øllum tí praktiska hevur ungmannafelagið, Randarsól, havt.
Bygdarfólkið hevði gjørt ein fittan røðarapall við ovara enda av einum nýrenoveraðum, gomlum húsum, har tvey stór føroysk fløgg hingu á flaggstong niðan úr húsunum og niðan í túnið.
Sanna fegnaðist um, at so nógv fólk høvdu leitað sær út í Hest, og hon fegnaðist eisini um, at veðrið var til vildar hendan dagin.
Hon vísti á, at tað júst í ár eru liðin sjeyti ár, síðan hin stóri fólkafundurin varð hildin í Hesti.
- Fundurin varð hildin uppi á oynni, norðruri á Møl, og gudstænasta varð hildin her í túninum, har prósturin, Jákup Dahl, prædikaði.
Sanna vísti til greinasavnið, Hugbirtingar hjá Peturi Háberg, har hesin kallar hendan minniliga dagin, "Heiti dagurin í Hesti".
- Petur skrivar, at tað vóru eini 1500 fólk í Hesti summardagin, 10. juni í 1934, og hetta var heitasti dagur, sum mong vistu um at siga.
Útoyggjaumboðið segði, at Jákup Dahl eisini hevur skrivað eina søgu um túrin, sum hann nevnir, "Vegurin niðan á oyggj".
Sanna takkaði annars øllum, sum hava verið við í fyrireikingunum til stevnuna, tí eitt slíkt tiltak kann tykjast rættiliga møtumikið, tá ið so fá fólk eru á staðnum.
- Men tað má eg siga. Øll hava víst hesum stóran áhuga, bæði fólk her í bygdini og onnur, sum hava tilknýti til bygdina. Mong eru tey, sum hava gjørt sítt til, at vit í dag kunnu halda stevnu her úti.
Hon takkaði eisini bygdaráðnum og øllum teimum, sum hava stuðlað tiltakinum peningaliga.
Sanna gloymdi heldur ikki at takka ungmannafelagnum í bygdini, Randarsól, sum hevur havt høvuðsábyrgdina av øllum tí praktiska.
- Hesi hava gjørt eitt sera gott arbeiði, segði hon.
Útoyggjaumboðið segði seg vóna, at stevnudagurin í Hesti fer at festa seg í minnið hjá teimum, sum vitja oynna, eins og minniligi dagurin fyri sjeyti árum síðan gjørdi tað.
Tá ið Sanna vegna fólkið í Hesti og Koltri hevði boðið øllum at vera hjartaliga vælkomnum, gav hon Heðini Mortensen, býráðslimi í Havn, orðið til at seta stevnuna.
Heðin vísti á, at Útoyggjafelagið er ein felagsskapur, sum skal virka fyri betri umstøðum á øllum økjum hjá teimum, sum búgva á útoyggj. Í hesum arbeiði skulu sereyðkennini og ynskini hjá fólkinum í hvørjari einstakari oyggj hava ein týðandi leiklut. Soleiðis stendur skrivað í viðtøkum felagsins, sum samtyktar vórðu á stovnandi aðalfundinum, 13. desember 2001.
Hann vísti á, at tær oyggjar, sum hoyra uppí bólkin, útoyggjar, eru: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Koltur, Hestur, Skúvoy og Stóra Dímun.
- Hetta er triðji aðalfundur felagsins, og miðjað verður eftir, at útoyggjarnar skiftast um at skipa fyri aðalfundi.
Heðin vísti á, at tað er ivasamt, nær hugtakið, "útoyggj", er uppfunnið, men valla er tað serliga gamalt. Heldur ikki er full semja um, hvat hugtakið merkir.
- Sambært Fróðskaparfelagnum merkir útoyggj fjarskotin oyggj, sum liggur uttarlaga í oyggjalandi.
Hann helt, at hetta hóskar illa til Hest, tí oyggin liggur meira miðskeiðis í landinum.
- Meira hóskandi tykist nýggjari definitiónin at vera, at útoyggj er oyggj, sum tú bara sleppur til sjóvegis ella við tyrlu. Hetta merkir, at talan er um eina oyggj, sum hvørki hevur tunnilssamband ella annað fast samband.
Heðin vísti á, at tað er ikki bara Hestur, sum liggur miðskeiðis í landinum.
- Hyggja vit at søguni, tykist oyggin at hava verið roknað sum partur av sjálvum miðøkinum.
Hann segði, at Niels Winther skrivar í fornsøgu Føroya um bygdirnar.
- Her er áhugavert at síggja, at hann býtir Streymoynna í tveir partar longu frá Tróndar tíð í Gøtu. Norðurstreymoy var ein partur fyri seg, og Suðurstreymoy somuleiðis ein partur fyri seg.
Heðin segði, at í dag verður nógv tosað um kommunusamanleggingar, og fólk í Hesti og Koltri hava einmælt samtykt at leggja saman við Tórshavnar kommunu.
- So, stuttligt er at síggja, at hesar oyggjar longu í fornari tíð vóru ein náttúrligur partur av hesum miðøki, og mugu vit tí endiliga ikki halda, at "samanleggingar" ella "miðøki" eru nýggjari fyribrigdi.
Býráðslimurin nevndi eisini stóra fólkafundin, sum var í Hesti í 1934, sum Føroya Ungmannafelag skipaði fyri.
- Ikki kunnu føroyingar tá hava mett oynna sum nakra útoyggj í týdninginum av, at hon lá serliga langt burtur, tí sambært søguni, vitjaðu hendan dagin eini 1500 fólk í Hesti. Hvussu hestsfólk hava tikið sær av so nógvum gestum, er ikki lætt at vita, men fólkið her á staðnum er tiltikið fyri sítt gestablídni.
Heðin nevndi eisini gudstænastuna, sum Jákup Dahl, próstur, helt á móðurmálinum á pallinum, sum stóð á køksgrundini frammanfyri húsini í Kovanum.
- Sagt verður, at veðrið var so gott og stilt, at eldri fólk, sum ikki orkaðu at ragga sær til gudstænastuna, kundu sita fyri opnum gluggum og hoyra og uppliva, at móðurmálið var við at festa røtur innan kirkjugátt.
Hann vísti á eina frágreiðing úr Hests Søgu, sum Jóan Christian Poulsen hevur skrivað:
- Einaferð, tá ið Magnus Heinason var hjá kongi, vísti kongur honum hestar sínar og helt fyri, at so prúðar hestar høvdu teir ikki í Føroyum. Tá svaraði Magnus: "Jú, at har var ein hestur, sum kundi borið allar kongsins hestar. Hetta var oyggj okkara, Hestur, hann meinti við".
Og Heðin helt fram:
- Jú, oyggin er søgurík, og nú svimjihylurin aftur er vorðin samrøðuevni, rann mær eisini til hugs søguna um koltursdreingin, Magnus, sum svam í Hest at fríggja, men læt lív, tá ið hann royndi at svimja aftur í Koltur. Úr hesi søgn, sum gongur aftur í 1600-talið, spurdist almikil mentan, bæði sangur og sjónleikur.
Býráðslimurin vendi aftur til søguna um svimjihylin, sum Jóhan Niclasen, sáli, saman við bygdarfólkinum tók stig til at byggja.
- Hesin stóð í gerð í eini 10 ár, og mest sum alt arbeiðið varð gjørt ókeypis. Mong vóru tiltøkini hesi árini fyri at útvega pening til svimjihylin.
Í 1983 var hylurin tikin í nýtslu á fyrsta sinni.
- Hetta var ein stór løta fyri bygdina, og ikki gekk long tíð, til svimjifelag varð stovnað. Svimjifelagið, sum fekk navnið, "Magnus", eftir áðurnevnda koltursdreingi, hevur uppalt nógvar og góðar svimjarar. Onkur teirra hevur luttikið á svimjilandsliðnum og hevur har skrivað søgu við at hava sett met, sum enn í dag ikki eru tikin. Tað má sigast at vera óvanliga gott.
Heðin vísti á, at seinastu tíðina hevur svimjifelagið tó ikki verið virkið, og hylurin hevur bert verið opin ein part av árinum.
- Hetta er eitt av málunum, sum samanleggingin við Havnina fer at bøta um.
Býráðslimurin nevndi eisini aðrar fyrimunir við samanleggingini, eitt nú innan umhvørvisrøkt, eldrarøkt, skúlarøkt ? og tá tøk skulu takast, sum fíggjarliga eru ov møtumikil at avgreiða í eini handavend hjá smáum hálvthundrað fólkum.
- Sjálvandi eru ávísir trupulleikar av at búgva avskorin frá hentleikum, sum bert størri økini hava at bjóða, segði hann.
Hann nevndi, at trupulleikarnir kunnu snúgva seg um flutning, sjúkrahúshálp ? ella fíggjarliga at megna tað, sum skal til fyri at lyfta livistøðið á einum smáplássi uppá meðalin fyri restina av økinum.
- Men eisini her eru glottar at hóma, nú tit einmælt hava samtykt at gerast partur av tí stóru miðstaðareindini.
Heðin vísti á, at Hests kommuna ikki kom uppí stóru eindina av neyð, tí her hevur verið húsast væl og trinið varð inn í eindina uttan skuld og við peningi á bók.
Býráðslimurin segði, at 45 fólk eru skrásett sum fastbúgvandi í Hesti, og í blaðnum hjá Útoyggjafelagnum, Glóðini, hevur hann lisið, at serliga konufólkini eru fáment.
- Men hetta nýtist tó ikki at vera nøkur skandala, segði hann skemtandi og legði aftrat:
- Tað ber til hjá monnum at finna sær okkurt sprund í aðrari oyggj, um teir kortini ikki, sum Magnus á sinni, leggja á fjørðin at svimja!
Heðin visti at siga, at hestsfólk seinastu tíðna hava málað og snøggað, bæði úti og inni, og nú stevnan verður sett, er bygdin klødd í veitslubúna.
- Tað er nakað serligt við at stevna inn í havnina í Hesti. Tú gerst bergtikin av at síggja tað vælaarbeiði, sum menn upp ígjøgnum tíðirnar hava lagt í við at laga upp framvið havnalagnum við malagróti.
Hann segði, at næst eftir jarðarbrúki, hevur bygdin livað av útróðri, og til hetta hava menn miðvíst og stigvíst útbygt havnalagið.
- Í nýggjari tíð hava hestmenn verið við til at byggja eina góða ferjulegu til Teistan, sum bindir oynna saman við meginøkinum og grannaoynni, Sandoynni, segði Heðin Mortensen, sum at enda ynskti bygdini og Útoyggjafelagnum blíðan byr, samstundis sum hann segði seg vóna, at útoyggjarnar framvegis fara at standa saman og arbeiða víðari við at menna oyggjarnar ? sjálvt, um tær verða samanlagdar við størri kommunur.
Eftir setanarrøðuna, sang Sólarmagnkórið av Velbastað og Kirkjubø nakrar sangir, og síðan varð felagssangur.