Føroyar skulu framhaldandi vera besta og tryggasta staðið at vaksa upp og vera ungur í. Tað var ein boðskapur hjá Bárði á Steig Nielsen, formanni í Sambandsflokkinum, á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum um vikuskiftið.
Men Bárður á Steig Nielsen, sum eisini er løgmaður, segði, at tað er serliga eitt, sum hóttir hesa visjónina og tað eru rúsevni. Og nú ætlar samgongan sær í hernað ímóti rúsevnum.
– Tað tykist sum at tal er alsamt lættari at fáa fatur á rúsevnum og tað er staðfest, at tað eru tey ungu, sum frammanundan hava tað ringt, sum enda í misnýtslu, og í tí kriminella umvørvinum, har hóttanir, og ógvusligur harðskapur, er alt meira vanligur, segði formaðurin í Sambandsflokkinum.
– Hetta ørkymlar meg og her skulu tiltøk setast í verk, tí eingin skal detta niðurímillum. Vit mugu forða fyri, at tey ungu enda í skeivum umhvørvi - ella taka skeivar avgerðir í lívinum, sigur hann.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at í hesum sambandi at í næsta mánað verður ein heildarætlan at fyribyrgja rúsevnum løgd fram. Hetta er ein heildarætlanin um, hvussu vit best lofta ungum, sum eru í ferð við at fáa trupulleikar. Eisini mugu tey, sum longu eru blivin bundin, hava bestu hjálpina.
Vit hava nøkur viðgerðartilboð, men Bárður á Steig Nielsen sigur, at vit hava eisini brúk fyri eini ambulantari viðgerð, har fólk ikki beinleiðis verða løgd inn á ein stovn, men kunnu koma til viðtalur. Tað ger tað lættari hjá fólki at vera ein partur av gerandisdegnum, samstundis, sum tey eru í viðgerð og tað er eitt mál, Sambandsflokkurun arbeiðir fram ímóti.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at skal tað eydnast at basa trupulleikan, eru tað ikk eitt, ella tvey tiltøk, sum krevjast, men ein heilur pakki av tiltøkum. Tað er ikki nokk at seta fleiri tollarar, ella at útvega fleiri hassjuhundar, tí tað krevst eisini eisini eitt fyribyrgjandi arbeiðið, heilt frá barnaárum av.
Sum ein førdi fram á landsfundinum, at vit skulu minnast til, at áðrenn ungfólk verða misnýtarar, hava tey verið børn í nógv ár, og tað er longu tá, at farast skal til verka at fyribyrgja, at tey enda í misnýtslu.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at tað er avgjørt ikki ætlanin, at hetta skal vera ein av teimum álitinum, sum enda í eini skuffu, tí endamálið er at seta tiltøkini í heildarætlanini í verk-summi taka óivað longri tíð enn onnur, men endamáli er avgjørt at arbeiða eftir tilmælinum, sigur hann.