- Hetta er tað ringasta, eg veit um, hesa árstíðina!
Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, hevur verið hjá Landsverki í 16 ár, men hann sigur, at hann hevur ongantíð vitað, at líkindini hava verið so vánalig so seint um árið, sum tey er í dag.
Tað er bæði vindur, og nógv avfall við tungum vátakava summastaðni. Seinasta vetur gróvu teir hjá Landsverki, kava tann 23. mai, men var ikki nakað, sum líkist tí ídag, sigur hann.
Landsverk hevur eisini fleiri ferðir áður rudda kava seinni enn hetta, men tað hevur verri enn so verið so ringt, sum í dag
Hann sigur, at sum støðan er nú, verður mælt til at vísa størsta varsemi, serliga har bilarnir hava summardekk undir, serliga í fjøllunum. Hann sigur, at tað er kanska serliga ringt við Gøtueiði, har fleiri bilar hava staðið fastir og har verður beinleiðis mælt frá at koyra við summardekkum.
Tað er ikki loyvt at koyra við píkadekkum eftir 1. mai, so nógv hava fingið summardekkini undir bilin aftur. Men tað er kortini loyvt at koyra við vetrardekkum og heilársdekkum.
Men eisini í Vágum, á tiltikna Sandavágshálsi, eru eisini vánalig líkindi, helst við summardekkum. Samstundis er Oyggjarvegurin stongdur heilt.
Árni Jacobsen sigur, at vit skulu fyrireika okkum uppá, at hetta varar eina løtu áfturat, tí tað er fitt av avfalli framvegis við tungum vátakava, umframt at tað er nógvur vindur.