1
Hassing & Hassing
Come On Over
Hjúnini Anne-Marie og Claus Hassing leggja fyri í finaluni í Grand Prixnum. Tey hava bæði drúgvar royndir sum tónleikarar, og tey hittust fyrstu ferð á Musikkonservatiorinum í Aalborg. Anne-Marie undirvísir í tónleiki og hon hevur eisini verið við til at seta sangleikir upp. Claus er tónleikaframleiðari og virkar sum tóleikari. Tey bæði skriva eisini sangir til aðrar sangarar. Sangurin Come On Over er ein duett millum hjúnini.
SMS sang 01 til 1212
2
Simon Mathew
All Night Long
Simon Mathew er frá eini rættiligari tónleikafamilju. Hann hevur sungið í gospelkóri, og í 2005 vann hann kappingina Scenen Er Din. Simon er beiggi Rebekku Mathew, sum var onnur av gentunum í Creamy. Simon Mathew hevur eisini vrið við í kappingini Vild Med Dans, og í løtuni arbeiðir hann við einari nýggjari fløguútgávu. Hetta er fyrstu ferð, at Simon Mathew er við til danska Grand Prixið, og hann fer at syngja folkrock-lagið All Night Long.
smsa sang 02 til 1212
3
Amin Jensen
Luciano
Stóri skemtarin Amin Jensen roynir seg í Grand Prixnum við einum sangi, sum er gjørdur til heiðurs fyri operasangaran Luciano Pavarotti. Amin Jensen hevur samstarvað við Jan Lysdahl um sangin, og hann hevur 25 ára royndir í donskum tónleikalívi. Amin Jensen og Jan Lysdahl hittust fyri 12 árum síðani, og seinnu árini hava teir javna arbeitt saman. Nú royna teir seg so í danska Grand Prixnum við sanginum um Luciano.
SMS sang 03 til 1212
4
Kendra Lou
Until We’re Satisfied
Kendra Lou hevur áður verið at sæð í donskum sjónvarpi, hóast hon ikki er nakað kent navn. Hon var við í kappingini Stjørna í eitt kvøld í 2003, og í fjørheyst var hon við í Hit Med Sangen. Annars heur hon millum annað sungið við í Onkel Danny, o ghon hevur eisini givið fløgur út saman við bólkunum The Society í London og Solar System í Berlin. Sangurin, sum Kendra Lou skal syngja, er skrivaður av Sascha Dupont, Claus Christensen og Jan Winther, og sangurin snýr seg um at stríðast fyri kærleikanum.
SMS sang 04 til 1212
5
Unite
Tree Of Life
Dreingjabólkurin Unite hevði í fjør eitt stórt hitt í Danmark við sanginum Butterfly, og tað kunnu teir gera sær dælt av í Grand Prixnum hesaferð. Bólkurin Unite hevur verið virkin í sjey ár, og teir fýra sangararnir í bólkinum hava ymsa bakgrund. Ein av teimum hevur ættabond til Uganda og ein annar til Iran. Tað halda teir er ein styrki fyri tónleikin hjá bólkinum. Ætlanin er, at Unite skal geva eina fløgu út í Kina í vár, og Tree Of Life skal verða fyrsta stakfløgan av hesi útgávuni. Men fyrst skal sangurin royna seg í danska Grand Prixnum.
SMS sang 05 til 12126
Lasse Lindorff
Hooked On You
29 ára gamli Lasse Lindorff hevur sungið, síðani hann var sjey ára gamal, og fyri fimm árum síðani gav hann eina stakfløgu út í egnum navni. Síðani hevur hann verið við til at skriva og framleiða ein hóp av sangum – millum annað saman við bólkinum Cue Madison, sum hann hevur verið á konsertferð við í Kanada. Lasse Lindorff hevur skrivað sangin Hooked On You saman við Mogens Binderup og Lise Cabble, sum bæði hava skrivað sangir til Grand Prixið áður.
SMS sang 06 til 1212
7
Charlie
Den Jeg Er
Carina Juul Jensen hevur skrivað sangin Den Jeg Er saman við Andreas Hemmeth, sum er betur kendur undir navninum DJ Encore, ið hevur selt eina fjórðings millión fløgur í USA, Onglandi, Týsklandi og Danmark. Sum sangskrivari hevur DJ Encore verið við til at skriva fleiri enn 50 sangir, og tað hevur gjøgnum árini havt við sær heili 14 gull- og platinplátur fyri fløgusølu. Hesaferð er tað Charlie, sum skal syngja sang hjá DJ Encore í danska Grand Prixnum.
SMS sang 07 til 1212
8
Lars & Josefine
Sweet Memories Of You
Bæði Josefine Bisgaard Olesen og Lars Holmen Tvergaard hava verið við í sangkappingini Sangstjerner, sum hevur verið at sæð á donsku sjónvarpsrásini Kanal 5. Lars hevur eisini verið vi í tveimum rocksangleikum, sum hava verið framførdir á Viborg Teater. Nú skulu tey bæði royna seg í finaluni í danska Grand Prixnum, og tað gera tey við einum sangi, Maria Montell, Jacob Gurevitsch og Jonas Jeberg hava skrivað. Hetta er ein poppsangur, sum hevur fingið íblástur frá Motown-rákinum.
SMS sang 08 til 1212
9
The Dreams
La’ Mig Være
Føroyski punkbólkurin The Dreams passar ikki rættiliga til Grand Prixið, men tað er júst tað, sum ger teirra luttøku spennandi. Teir halda fast um at spæla tann tónleik, sum teir hava hug at spæla, og teir hava ikki lagað seg til Grand Prixið. Hetta kann bæði verða ein styrki og ein vansi fyri bólkin, nú teir eru slopnir við til finaluna. Sangin La’ Mig Være hava teir í The Dreams skrivað saman við kenda danska framleiðaranum Chief 1. Spennandi verður at fylgja føroyska bólkinum í stóru donsku tónleikakappingini leygarkvøldið.
SMS sang 09 til 1212
10
Sandee May
Spanish Soul
Sandee May er eitt óskrivað blað í donskum tónleiki. Unga songkvinnan hevur seinastu trý árini gingið á studentaskúla í Kalundborg, men leygarkvøldið skal hon syngja fyri eini millión stórara hyggjarafjøld á DR1. Sangurin hjá Sandee May er skrivaður av Lars og Nik Quang, sum saman hava Quang Studios. Lars og Nik Quang hava skrivað nógvan popptónleik, og millum fólkini, sum hava sungið sangir hjá teimum, er Jolin Tsai, sum skal eitast at verða kinesiska svarið upp á Britney Spears.
SMS sang 10 til 1212