Hendan støðan kann ikki vara við í nógvar dagar. Tað sigur Sirið Stenberg, Landsstýriskvinna í heilsumálum, nú ljósmøðurnar, sum eru í verkfalli, hava boðað frá, at tær taka øll undantøk aftur klokkan trý seinnapartin í dag.
Sostatt er eingin ljósmóður til arbeiðis og Sirið Stenberg sigur, at hon hevur fingið at vita frá landssjúkrahúsinum, at trygdin er ikki sum hon eigur at vera og at tey stúra fyri gongdini.
Hon sigur, at avleiðingin av verkfallinum er, at serlæknar átaka sær uppgávuna, men tað fer so aftur avleiðingar fyri annað virksemi.
– Hetta serøkið á Landssjúkrahúsinum er illa mannað frammanundan, so tað er møtimikið, men fyri at bøta um støðuna er onkur serlækni komin uttan eftir at hjálpa til
– Stuðulin er ruðuleikakend og hetta kann ikki halda fram í fleiri dagar, so eg fari staðiliga at heita á partarnar um at fara aftur til samráðingarborðið, sigur hon.
Hon heldur kortini, at enn eru tey ikki komin har til, at hon heldur, at Løgtingið eigur at leggja upp í og steðga verkfallinum við lóg, tí tað er eitt so víðgongt stig at, at tað kann bara takast í heilt serstøkum førum.
Seinast tað hendi, var fyri 13 árum síðani, í 2005, tá ið Løgtingið gjørdi enda á einum verkfalli hjá maskinmeistarunum hjá SEV. Avleiðingin av tí verkfallinum var, at landið lá partvís í streymloysi og Løgtingið metti, at talan var um eina neyðstøðu, har stór virði kunnu fara fyri skeyti, bæði fyri privatpersónar, virki og tað almenna.
– Tað er avgjørt seinasti møguleikin, og tað vilja vit avgjørt sleppa undan, so tað vóni eg, at vit sleppa undan. Men vit mugu alla tíðina meta um støðuna og taka støðu út frá, hvussu álvarsligt tað verður, sigur hon.
Men kemur har til, er tað ein spurningur, vit mugu taka upp í Landsstýrinum – men har til eru vit ikki komin, sum støðan er nú, sigur Sirið Stenberg.